Tey, sum ikki eru við, fáa onga løn

Tað sær út til, at nevndin í Starvsmannafelagnum fær næstan fullan uppbakning í stríðnum móti Fíggjarmálastýrinum. Tó eru einstakir limir, sum ikki hava vilja verið við í tiltøkunum, og teir fáa onga løn úr tiltaksgrunninum hjá felagnum. Hesi greiðu boð standa at lesa á heimasíðu felagsins, sum eitur: www.starvsmf.fo

Tað kann gerast ein dýr søga at fara í verkfall, ella í arbeiðssteðg, sum tað er í hesum føri. Limirnir í felagnum fáa onga løn frá arbeiðsgevaranum meðan tey eru í arbeiðssteðgi, og dregur arbeiðssteðgurin út, so kann hetta fáa stóra ávirkan á peningaviðurskiftini hjá limunum.


Tað er tí, at fakfeløgini hava verkfallsgrunnar, ella tiltaksgrunnar, sum tað eisini eitur. Í grein 5 stk. 1, í reglugerðini fyri tiltaksgrunnin hjá Starvsmannafelagnum stendur, at allir limir, sum verða raktir av arbeiðssteðginum fáa løn úr tiltaksgrunninum so leingi arbeiðssteðgurin varir. Hinvegin stendur í grein 2, at um limur ikki er við í tiltøkum felagsins, so fær hann onga løn úr Tiltaksgrunninum.


Og tað verður eftir øllum at døma onkur, sum onga løn fær, tí tað eru einstakir limir, sum ikki taka undir við tiltøkum felagsins og tí ikki vilja verða við í blokadutiltøkum felagsins. Og tað fáa teir at merkja tá eingin løn kemur fyri tíðarskeiðið arbeiðstegðurin varir.


Higartil hava umleið 90 prosent av limum starvsmannafelagsins verið við í tiltøkum felagsins. Hini umleið 10 prosentini kunnu av góðum gruundum ikki verða við, verður sagt úr Starvsmannafelagnum, tí teir limirnir skulu um firðir og sund, fyri at verða við, og tað letur seg ikki gera í hesum døgum!


Teir limirnir fáa kortini pening, hóast teir ikki hava blokerað, men teir limirnir, sum siga tey, teir fáa ikki eitt oyra!


Og tað er ikki so lítið at gera, meðan arbeiðssteðgurin er. Onkur er blokaduvakt, onnur gera mat, uppaftur onnur ansa børnum hjá teimum, sum standa blokaduvakt og eisini er ein tíðindabólkur stáplaður upp á beinini í sambandi við arbeiðssteðgin.