Tey sum hava eitt ítriv sleppa ikki undan at rinda skatt

– Í roynd og veru veit eingin, hvat skal koma undir heitið heimavirkaðar vørur, siga løgtingslimir

Tey, sum fáast við at heimvirki, skulu ikki sleppa undan at rinda skatt. Tað eru løgtingslimir úr Framsókn, Javnaðarflokkonum og Tjóðveldi, samd um.

 

Tískil mæla tey Løgtinginum frá at taka undir við einum uppskoti hjá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um at ein partur av tí, tey ið fáast við heimavirkaðar vørur, forvinna, skal vera skattafrítt. 

 

 

Les eisini: Bindikonur skulu hava somu sømdir sum listafólk

 

 

Men nú Fíggjrnevndin hevur viðgjørt málið, eru tey í meirilutanum ikki við upp á tað. Tey vísa á, at Jørgen Niclasen sigur, at heimavirki er aldargamla siðvenja, og hann nevnir dømi, sum at virka pløgg úr ull, og at virka lutir burturúr træi og hornum. 

 

– Veruleikin er tó, at vit hava onga lýsing av, hvat heimavirki er og tískil er vandi fyri, at stórt sæð alt ítriv, og framíhjávirksemi, skal hava serligar skattatreytir, eisini vanligt handverk og annað virksemi sum er í kapping við vanliga vinnu. 

 

Men tey halda heldur ikki, at ymiskt virksemi skal vera skattafrítt, bara tí at talan er um eitt ítriv

 

Hinvegin tekur minnilutin, sum er Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, og Miðflokkurin, undir við uppskotinum