Tað er ikki ókent, at tað er ómetaliga torført hjá fólki, sum flyta til Føroyar, og vilja búsetast í Havn, at fáa tak yir høvdið. Men nú skulu tey heldur ikki vænta at fáa nakran kommunulækna.
Tað nevniliga stórt trot á kommunulæknum í Havnini, og teir læknar, sum eru, eru longu so pottaðir, at teir taka ikki fleiri sjúklingar.
Og tað merkir, at fólk, sum vilja flyta til Havnar at búgva, fáa ikki nakran lækna. Og harumframt, eru tað eisini nógv havnarfólk, sum ikki hava nakran fastan kommunulækna, tí viðtalan er mannað við skiftandi vikarum – og tað kemur eisini fyri, at ongin lækni er til taks í viðtalini tí tað eydnast ikki at fáa vikar til arbeiðis.
Hetta fær fólk at ilskast og at harmast, og aftur í morgun er drúgt kjak á Facebook við viðmerkingum frá fólki, sum kæra síni neyð, tí tey sleppa ikki til lækna nakrastaðni í Havn
Ikki minst eru tað mammur við smábørnum sum harmast um, at børnini sleppa ikki til regluliga barnakanningar, sum tey hava rætt til, og tey sleppa heldur ikki framat at verða koppsett, sum tey hava rætt til. Tað sama ger seg galdandi við barnakonum, tí tær sleppa heldur ikki altíð til kanningar, tær hava rætt til.
Tað eru eisini útisetar, sum siga, at hetta fær tey at aftra seg við at flyta aftur til Føroya. Tað er sostatt ikki bara bústaðarneyðin, sum kann forða fyri, at fólkatalið veksur.
Fleiri, sum eru flutt av bygd til Havnar, siga, at tey hava varðeitt sín upprunaliga kommunulækna á bygd fyri yvirhøvur at sleppa til lækna. Og tað eru tey, sum ferðast úr Havn og vestur í Vágar, tá ið tey hava ørindi hjá Kommunulækna, og tað eru eisini tey, sum fara heilt til Suðuroyar.
Fólk halda eisini, at tað er møðsamt við alsamt skiftandi vikarum, tí tey noyðast at greiða frá, um aftur og umaftur um síni viðurskifti, og onkrir vikarur heldur seg ikki til at gera kanningar og skriva váttanir, tí teir skilja ikki føroyskt.
Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, váttar, at soleiðis er støðan, og seinni sigur hann sína hugsan um málið.