Tey sum fóru yvir um hav

– ein óskrivaður partur av føroyskari søgu

– ein óskrivaður partur av føroyskari søgu

 

Í 19. og 20. øld fluttu nógvir føroyingar yvir um hav til Norðuramerikanska meginlandið. Nøkur angraðu hetta og fluttu heim aftur til Føroya, meðan onnur festu røtur í nýggju londunum, fingu nýggjan ríkisborgaraskap og livdu og endaðu dagar sínar har – lagna teirra varð í mongum førum ókend hjá familju og vinum í Føroyum.

 

Samanborið við hini norðurlondini, hevur ikki verið granskað nakað serligt í føroyskari emigratiónssøgu. Vitan okkara um føroysku emigrantarnar er tí í flestu førum avmarkað til munnligu frásagnirnar, sum liggja goymdar millum manna í felagsminninum í bygdunum.

 

At tíðin skjótt kámar tað, sum veruliga fór fram, ger seg eisini galdandi í hesum føri. Tískil er nú um at vera komið til evsta mark fyri at savna hetta søguliga tilfarið inn, so hesin týdningarmikli partur av søgu okkara verður tryggjaður framyvir. Farið er nú undir eitt tílíkt arbeiði, og enn liggur ein stórur setningur fyri framman, áðrenn ein neyvari mynd av føroysku emigratiónini kann gerast.

 

Í hesum sambandi er tað tí at frøast um, at tað í einum samstarvi millum Norrøna Felagið, Miðvágs Fornminnasavn, Tvøroyrar Fornminnesfelag og Fuglafjarðar Kommunu er heppnast okkum at fáa søgufrøðingin og fyrrverandi stjóran fyri “Dansk Udvandrerarkiv”, Henrik Bender at koma higar. Hann hevur í mong ár staðið fyri gransking av emigratión í Norðurlondum og fer at halda tríggjar fyrilestrar um hetta evni, meðan hann er her. Bender fer millum annað at greiða frá um søguligu keldurnar, sum kunnu vera við til at lýsa emigratiónina, vavið av henni og eykennini, og hvat tað var, ið tileggjaði fráflytingina.

 

Skrá: 

Emigratión til Norðuramerika í norðurlendskum og føroyskum høpi

Norrøna Felagið, Fuglafjarðar Kommuna, Miðvágs Fornminnafelag

og Tvøroyrar Fornminnafelag

- - - - - - - -

 

23. oktober í bygdarskúlanum í Miðvági kl. 16.00 - 18.00

Henning Bender:

Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914

 

Steffen Stummann Hansen:

Den færøske emigration til Canada

- í sambandi við myndaframsýningina hjá Miðvágs Fornminnisfelag.

Marianna Simonsen:

Bræv úr Føroyum til Kanada 1928

 

Hanna Hansen

Myndafrásøgn í sambandi við tiltakið

- - - - - - - -

25. oktober á Seglloftið á Tvøroyri kl. 19.30 - 21.30

Henning Bender:

Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914

- - - - - - - -

27. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 19.30 - 21.30

Henning Bender:

Udvandring fra Danmark og Norden 1850 til 1914

 

Steffen Stummann Hansen:

Den færøske emigration til Canada

Søgubólkurin hjá Fuglafjarðar kommunu vísir tilfarð um

fuglfirðingar sum emigreraðu til Kanada og USA

 

Henning Bender er mag. art. í søgu og hevur áður millum annað starvast sum leiðari á Det Danske Udvandrerarkiv í tíðarskeiðnum 1989-2008

www.udvandrerarkivet.dk og http://henningbender.dk

 

 

 

Myndatekstur:

Í 1927 fluttu Petur Petersen (f. 1878 í Oyndarfirði) og konan Bina (f. 1881 í Klaksvík) úr Fuglafirði, saman við børnunum, Florentiusi (f. i Fuglafirði 1911), Johannesi (f. í Fuglafirði 1914) og Alexandru (f. í Fuglafirði 1915) til Kanada. Fyrstu árini búði húskið í preriubýnum Alida í donsku koloniini “Dannevirke” í landsynningshorninum av landspartinum Saskatchewan, har hendan myndin er tikin. Á myndini, framman fyri hús teirra, er sonurin Florentius uttast vinstrumegin, móðurin Bina og longur til høgru (í myrkum jakka) dótturin, Alexandra. Hini eru grannar.

Mynd: Lynne White