Fótbóltur
Síðani finaludystin í vár millum Milan og Liverpool hevur europiska meistarakappingin mest sum ligið í dvala. Gaman í hava undankappingardystir verið á skránni, og har hava føroysku meistaranir eisini tikið lut, men tað er ikki fyrr enn nú, at spenningurin gerst heilt veruligur.
Verða tað milliardirnar hjá Abramovich, sum loksins sigra, ella verða tað heldur meira siðvandu Barcelona, Real Madrid, Milan, Liverpool ella Manchester United, sum um átta mánaðir standa við steypinum við stóru oyrunum? Tað er kanska týdningarmesti spurningurin av øllum, men eisini undan tí eru nógvir spurningar at svara.
Og teir fyrstu av hesum verða altso svaraðir í dag og í morgin, tá fyrsta umfarið av bólkaspælinum verður spælt.
Dystirnir í 1. Umfari
Týskvøldið
Porto-Liverpool
Marseille-Besiktas
Chelsea-Rosenborg
Schalke04-Valencia
Olympiakos-Lazio
Real Madrid-Werder Bremen
Milan-Benfica
Shakhtar Donetsk-Celtic
Mikukvøldið
Barcelona-Lyon
Rangers-Stuttgart
Roma-Dynamo Kiev
Sporting Lissabon-Manch. Utd.
Fenerbache-Inter
PSV Eindhoven-CSKA Moskva
Arsenal-Sevilla
Slavia Prag-Steaua Bucharest