Tey spíla seg av álvara út í Leirvík og Gøtu

Ein av royndu rógvarunum í Klaksvík verður nú venjari í Kappróðrarfelagnum Tindi

John Høgnesen formaður í Kappróðrarfelagnum Tindur og John Reid Ziska Jacobsen, sum er nýggjur venjari í felagnum

Nú eru tað nøkur ár síðani, at tey í Leirvík og Gøtu aftur vóru at síggja á firðum, víkum og vágum, tá ið tað er kappróður.

 

Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað, og í fyrstu atløgu snúði tað seg um at luttaka, eftir at tað leingi hevði verið øskukalt. Tað var annars tann tíð, tá ið Gøtu Tróndur og Skurðin vóru frammarlaga, og tá ið kappróðrarbátarnir í Leirvík eisini vóru við.

 

Áhugin er stórur fyri kappróðri í Eysturkommunu, veit felagið at siga. Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt, at tey næsta ár fara at taka lut við níggju manningum, og at tey vóna, at onkur manning aftrat við vaksnum rógvarum fer at bjóða seg fram.

 

Nú hevur felagið sett venjara. Í gjár skrivaði formaðurin, John Høgnesen, vegna Kappróðrarfelagið Tind undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen, ið skal vera venjari. John Reid er úr Klaksvík, og hann er royndur rógvari, sum saman við øðrum hevur verið við til at vinna nógvar sigrar til Klaksvíkar við Fípuni Føgru, Páll Fanga, Nevinum Reyða og Klaksvíkingi.

 

– Komandi ár fara vit at leggja okkum eftir góðum úrslitum og flottum áralagi. Hesum fer nýggi venjarin at taka sær av hjá øllum manningunum í felagnum, skrivar felagið.

 

John Høgnesen formaður í Kappróðrarfelagnum Tindur og John Reid Ziska Jacobsen, sum er nýggjur venjari í felagnum