Autismufelagið heitir nú á landsstýrið um at bera so í bandi, at børn og onnur við serligum avbjóðingum, ikki einaferð afturat verða so hart rakt í einum verkfalli, sum tey vóru nú pedagogarnir vóru í verkfalli.
Jørmund Foldbo, formaður í Autismufelagnum, staðfestir, at verkfallið rakti serliga teir veikastu borgararnar í landinum, nevniliga børnini og fólk við skerdum førleikum. - Tað eru tvinni viðurskifti, ið vit serliga hava heft okkum við, hóast annað eisini kundi verið nevnt.
- Tað fyrra er rætturin til undirvísing. Her hava vit sæð, at bara børn við serligum avbjóðingum hava fingið avmarkaða ella onga skúlagongd undir verkfallinum, hóast skúlin skuldi verið tann sami fyri øll sama hvørjar førleikar barnið hevur, sigur hann
- Hetta harmar okkum almikið, leggur hann afturat
Tað seinna er rætturin at fáa húsfrið í egnum heimi.
- Her vóru vit vitni til, at fólk skuldu flytast út úr sínum egna heimi á annan stað at búgva.
- Neyvan hevði nakar av okkum sokallaðu normalu góðtikið eina slíka viðferð.
Tí heitir Autismufelagið á myndugleikarnar um at tryggja øllum borgarum sama rætt til undirvísing, eisini tá verkfall er og um at tryggja, at heimið hjá fólki við autismu og øðrum serligum avbjóðingum, verður eitt gott stað at vera, eisini meðan verkfall er.