Kommunur, sum vórðu raktar av herviliga ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars í fjør, fáa nú størri fíggjarligan stuðul úr landskassanum enn ætlanin higartil hevur verið.
Í nøkrum kommunum fekk havnarlagið stórar skaðar og síðani hava kommunur vent sær til landsstýrið um at fáa fíggjarliga hjálp til at umvæla skaðarnar.
Tí samtykti Løgtingið í desember at kommunurnar skuldu fáa tvær milliónir í stuðuli til at umvæla skaðarnar fyri, men tá varð mest tosa um at lata stuðul til Hvalbiar og Húsavík. Og herfyri legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fyri Løgtingið um tað sama.
Har nevnir hann bara Hvalba og í Húsavík, tí hann hevði skilt Løgtingið soleiðis, at tað var hesar báðar kommunurnar, tað snúði seg um. Men hann førdi eisini fram, at vildi Løgtingið gera nakrar broytingar, vóru tey vælkomin til tað.
Men tað fall borgarstjóranum í Porkeri rættiliga fyri bróstið, tí har fekk brimverjan eisini stóran skaða. Porkeris kommuna hevði eisini vent sær til myndugleikarnar um at fáa stuðul til at umvæla skaðan fyri, men hevði einki frætt aftur.
https://www.in.fo/news-detail/news/borgarstjorin-i-porkeri-eg-eri-eitt-sindur-skelkad/?no_cache=1Les eisini: Borgarstjórin í Porkeri: Eg eri eitt sindur skelkað
Men hon helt, at tað var sjálvsagt, at eisini Porkeris Kommuna fær sama stuðul, sum aðrar kommunur, tí myndugleikarnir mugu viðgera allar kommunur líka. Eisini Viðareiðis kommuna hevur venst sær til myndugleikarnar at fáa stuðul fyri skaðar, sum hendan sama ódnin elvdi til.
Nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýrismanninum, er eisini full semja um at stuðulin skal hækkast eina millión, so at hann verður tríggjar milliónir, og ikki tvær milliónir, sum ætlanin var.
Fíggjarnevndin sigur, at tær tríggjar milliónirnar skulu brúkast til stuðla smærri kommunum umvæla havnaløg og brimverjur, ið fingu skaða í ódnarveðrinum. Stuðulin skal býtast til hesar smærru kommunurnar eftir einum býtislykli, har hvør kommuna fær ein lutfalsligan part, sigur Fíggjarnevndin.
Hetta er eisini í samsvari við tað, sum fleiri løgtingslimir førdu fram, tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum. Tá førdu fleiri løgtingslimir fram, at myndugleikarnir kundu ikki gera mun á kommunum og at tær máttu allar viðgerast líka.
Eisini Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri í Havn, helt, at tað hevði týdning at taka allar kommunurnar við. Hon ásannaði, at summar kommunur eru verri fyri enn aðrar og at tað sjálvandi eigur at verða lagt upp fyri tí.
Men hon gjørdi vart við, at eisini eisini í Tórshavnar Kommunu hendi stórir brimskaðar. Hon hugsaði um Nólsoy, har skaðin var stórur - men niðurstøðan í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum er altso, at stuðulin skal brúkast til smærri kommunur.