Hjalmar hevur lisið kanningina av rúsdrekkanýtsluni hjá føroyingum, sum Fyribyrgingarráðið og deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hava gjørt.
Fyri 16 árum síðani søgdu 13 % av monnunum og 28 % av kvinnunum seg als ikki drekka rúsdrekka. Hesi tølini í tí nýggjastu kanningini eru ávikavist 16 % og 31 %.
Men fyri aðalskrivarin í Bláakrossi er tann stóri spurningurin, hví tað er so?!
Kanningin gevur ikki svarið, men lítil ivi man vera um, at arbeiðið við fyribyrging, sum millum annað Bláikrossur stendur fyri, og ein hugburðsbroyting hava havt sína ávirkan
Tøl frá Rúsuni vísa, at nýtslan í litrum av rúsdrekka, var 49,3 litrar í 1993 og kom í hæddina í 2003, tá nýtslan var 62,8 litrar fyri hvønn íbúgva – ein vøkstur uppá 27 %.
At nýtslan í litrum er økt, samstundis, sum talið av teimum, sum ikki drekka rúsdrekka, er vaksið, má merkja, at tey, sum so nýta rúsdrekka, nýta meir av tí – í litrum – enn tey gjørdu frammanundan.
- Størri orsøk hevði verið at fegnast, um tølini fyri nýtslu vóru fallandi!, sigur Hjalmar Hansen.
Munir á økjum
Í kanningini hevur Hjalmar staðfest, at har postnummarið byrjar við 6, er miðalnýtslan lægst.
- Hetta er áhugavert, sigur hann. Verður hugt eftir, hvar hetta er, síggja vit bygdir sum: Saltangará, Runavík, Glyvrar, Toftir, Rituvík og Søldarfjørður.
- Og frá einum Blákross-sjónarmiði er áhugavert, at tað er júst í hesum økjum, at felagsskapurin hevur flest limir og stendur sterkastur. Hetta kann vera orsøkin til at miðalnýtslan her er lægst, sigur hann.
Hinvegin hevur Vágoyggin tað keðiliga eyðkennið, at miðalnýtslan av rúsdrekka har er hægst.
Tríggjar litrar um vikuna
Granskingardepilin fyri økismenning gjørdi eina kanning fyri Bláa Kross í 2004 um nýtsluna av m.a. rúsdrekka millum næmingar í 7. og 9. flokkum í Klaksvík, Vágum og Runavík.
Áhugavert var at síggja, at tølini í hesi kanning, vísa sama mynstur. Royndirnar við rúsdrekka vóru munandi størri hjá ungum í Vágum enn millum ung í Runavíkar kommunu.
Svarini í kanningini hjá Fyribyrgingarráðnum vísa, at tey, sum nýta rúsdrekka, drekka 3,0 litrar í miðal um vikuna.
Har postnummarið byrjar við 3, er miðaltalið 3,9 og har tað byrjar við 6, er miðalnýtslan 1,3 litrar í miðal.