Hevði ríkisdagsval verið í Svøríki í dag, høvdu sviar fingið eina reyðgrøna stjórn. Sambært einari nýggjari kanning høvdu Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin fingið tilsamans 47,1 prosent av atkvøðunum, og tann borgarliga stjórnarsamgongan hevði fingið 43,9 prosent.
Kanningin gevur Sosialdemokratunum 31,5 prosent og umhvørvisflokkinum 10,3 prosent. Flokkurin hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, Moderaterna, hevði fingið 29,1 prosent, um hevði val verið nú.
Tann nýggja kanningin gevur tí høgrasinnaða Svøríkisdemokratarnir 7,8 prosent. Tað er 1,4 prosentstig meiri enn í næstseinastu kanning.