Tey Radikalu farin úr stjórnarsamráðingunum

Tey Radikalu hava droymt um eina stjórn um miðjuna og vildu geva seg, men nú eru tey ikki longur við í stjórnarsamráðingunum.

 

Martin Lidegaard úr Radikala flokkinum á veg til stjórnarsamráðingar á Mariengborg í Kongens LyngbyFoto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tey Radikalu eru eftir skjótt seks vikur úti úr samráðingunum um at skipa stjórn um miðjuna. Tað upplýsir Martin Lidegaard, floksformaður, fyri Politiken og DR Nyheder.

Orsøkin er, at tey Radikalu ikki vóru nøgd við, hvussu langt ein komandi stjórn vildi strekkja seg á millum annað barna- og ungdómsøkinum eins og veðurlagspolitikkinum.

– Tá vit valdu í allar síðstu løtu at siga nei takk til at sita í stjórnini, so er orsøkin, at vit ikki hildu okkum hava sama ambitiónsstøði um tað, sum snýr seg um framtíð Danmarkar, sigur hann við DR.

Hann vísir til veðurlagið, børnini og ungdómsskipanina.

– Tað halda vit, at vit kunnu ávirka við at standa uttanfyri í góðum samstarvi við nýggju stjórnina og royna at leggja trýst á, sigur Martin Lidegaard.

Politiskir eygleiðarar halda, at tað fer at verða skipað ein stjórn inn fáar dagar, um tað eydnast flokkunum.

Flokkarnir hava samráðst síðani valið 1. november. Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir samráðast enn víðari. Teir tríggir flokkarnir hava saman við teimum Radikalu samráðst í nátt, tá samráðingarnar hildu fram. 

Flokkurin verður ikki stuðulsflokkur, men vil heldur vera í andstøðu, skilst. Um teir tríggir flokkarnir ganga saman, hava teir tó meiriluta uttan tey Radikalu, tá grønlendsku og føroysku umboðini vanliga ikki blanda seg í danskan politikk, skrivar Ritzau.

Síðani Martin Lidegaard tók yvir flokkin stutt eftir valið, er hann farin málrættaður eftir at gera tey Radikalu til ein part av komandi stjórnini um miðjuna.

– Eg havi altíð droymt um eina slíka stjórn. Men í síðsta enda mugu vit gera upp við okkum sjálvi, hvat vit kunnu gera mest fyri veðurlagið, børnini og alla útbúgvingarskipanina. Tað gera vit best uttanfyri, sigur hann við DR.

Tey Radikalu hava sum ultimativt krav, at ein stjórn skal sleppa ætlanunum um at gera eina danska móttøkumiðstøð fyri asylsøgkjarar í afrikanska landinum Rwanda. Men Javnaðarflokkurin hevur hildið upp á tað øvugta.

Sambært Lidegaard er orsøkin til at flokkurin fer úr samráðingunum ikki ósemja um Rwanda.

Flokkurin hevur sambært upplýsingum blaðsins kallað saman til floksstjórnarfund í kvøld klokkan 19.30.

/ritzau/

 

 

Martin Lidegaard úr Radikala flokkinum á veg til stjórnarsamráðingar á Mariengborg í Kongens LyngbyFoto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix