Tey ríkastu snýta mest í skatti

Kanning vísir, at tær 320 ríkastu familjurnar í Danmark dylja 60 milliardir krónur í útlandinum fyri donsku skattamyndugleikunum.

Tað eru skjøl frá millum annað Panama-skjølunum og Swissleaks, sum eru grundarlag undir kanningini. Skjøl frá Swissleaks upplýstu millum annað, hvørjir norðurlendingar høvdu kontur í sveitsiska stórbankanum HSBC. 

 

Tað vísti seg, at nógvir norðurlendingar áttu kontur, sum teir ikki høvdu kunnað skattamyndugleikarnar um. Heilar 95 prosent av kontunum vóru norðurlendsku skattamyndugleikunum ókendar.

 

Granskararnir siga, at tølini eru sera óvæntað. Vanliga hevur verið hildið, at tað serliga eru fólk við vanligum inntøkum, sum royna at snýta í skatti, til dømis við at arbeiða svart, meðan tey ríkastu nýta lógligar hættir at fáa skattafrádrátt.

- Vit vísa, at soleiðis er ikki. Aðrar kanningar hava ikki vitað um hesar uttanlandsognirnar. Nú vit hava fingið nýggj tøl, síggja vit, at tað er stórur skattaundandráttur millum tey allar ríkastu, sigur Annette Alstadsæter, professari á Handilsháskúlanum á norska umhvørvis- og biovísindaliga universiteti (NMBU), sum  saman við øðrum hevur staðið fyri kanningini.

 

Kanningin vísir, at tey allar, allar ríkastu, altso tey 0,01 prosent ríkastu, rinda ein triðing minni í skatti enn tey skuldu. Restin av fólkinum rindar trý prosent minni enn tey áttu. Tey 0,01 prosentini svarar til eini 1.100 familjur.

 

Kanningin vísir, at hesar 1.100 familjurnar hildu einum triðingi av øllum skattinum, tey áttu at gjalda í 2006, aftur. Hesar familjurnar eiga umleið helvtina av allari duldu uttanlandsognini hjá norðurlendingum og tølini vísa, at tey duldu umleið ein fjórðing av ogn síni fyri norðurlendsku skattamyndugleikunum.

 

Nýggja kunningin um duldu ognirnar í útlondum ger eisini, at fíggjarligi ójavnin í samfelagnum er nógv størri enn áður hildið.

 

Skattamyndugleikarnir ansa sær tó at gera ov hvassar viðmerkingar til málið. Teir minna á, at tað ikki er ólógligt í sjálvum sær at hava ognir í kontum uttanlands.

- At ogn er duld og ikki upplýst fyri okkum, merkir ikki í sær sjálvum at talan er um skattaundandrátt. Vit mugu gera metingar um hvønn einstakan skattgjaldara, fyri at kunna staðfesta, um nakað ólógligt er farið fram, sigur Hans Christian Holte, stjóri í norska skattavaldinum.

 

Av teimum 1.100 familjunum búgva eini 320 í Danmark og granskararnir meta, at tær dylja 60 milliardir krónur í útlandinum. Ognin hjá hesum 320 familjunum verður mett at vera yvir 250 milliónir krónur hvør. Hesar 320 familjurnar eiga ein triðing av allari ognini, sum er duld í útlondum, sigur kanningin.