Tey ræðast politikkin hjá samgonguni

Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst soleiðis sum samgongan ber seg at, heldur arbeiðsgevarafelagið

Tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag ræðast førda politikkin hjá sitandi samgongu. Tað sæst í eini fráboðan frá Vinnuhúsinum í dag.

 

Tað, sum serliga ørkymlar tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag, er, at tey hóma ikki nøkur tekin um at ætlanin er at tálma útreiðslunum yvirhøvur, tí verður ein slíkur politikur førdur, kundi tað fingið tær góðu tíðirnar at vart enn longur.

 

Serliga stúra tey fyri fíggjarlógini fyri næsta ár, tí næsta ár er valár, tá tað er ikki vanligt at tálma útreiðslunum, heldur tvørturímóti. 

 

Tey staðfesta, at føroyski búskapurin komin upp í eina ferð, vit ikki hava sæð síðan í seinnu helvt á áttatiárunum.

 

– Fyrra hálvár í ár var vøksturin í lønargjaldingunum í byggi- og handverksframleiðsluvinnunum 16 prosent. So ógvisligur vøkstur hevur ikki verið í hesum vinnum síðan 1986, tá ið lønarvøksturin í byggi- og handverksframleiðsluvinnunum var 18 prosent.

 

Í byggivinnuni hava ongantíð fyrr verið so nógvir løntakarar sum tann 1. Apríl í ár, tá ið tað vóru 2.239 løntakarar í byggivinnuni. Hetta svarar til 8,4 prosent av øllum løntakarum í Føroyum, og tað er umleið tað sama sum í 1988 og 1989, tá løntakaratalið í byggivinnuni var ávikavist 8,5 prosent og 8,6 prosent av øllum løntakarunum í Føroyum.

 

Inntøkurnar hava floymt inn í kassarnar hjá landi og kommunum. Serliga forskattingin av pensjónum og nógvu avgjøldini á alivinnuna og uppisjóarvinnuna, hava gjørt stóran mun í inntøkunum hjá landi og kommunum seinastu árini. Í fjør stóðu skattur og avgjøld frá alivinnuni einsamøll fyri næstan øllum avlopinum hjá landskassanum, siga tey í Vinnuhúsinum.

 

– Uttan forskattingina av pensjónunum, og inntøkurnar frá avgjøldum á alivinnuni og uppisjóarvinnunum, høvdu land og kommunur havt beinleiðis hall hesi seinastu árini. Og tað er beinleiðis ábyrgdarleyst, tí inntøkurnar frá alivinnuni og uppisjóarvinnuni kunnu sveiggja nógv og vera rættiliga svikaligar, leggja tey afturat.

 

Tey undrast eisini á, at tað ikki sæst aftur í útreiðslunum hjá landinum, at eldraøkið varð flutt kommununum, tí útreiðslurnar eru ikki minkaðar kortini

 

– Varð eldraøkið ikki varð flutt kommununum, høvdu útreiðslurnar hjá landinum verið meira enn eina hálva milliard krónur hægri í ár enn í 2014. 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eisini talt allar íløgurnar hjá landinum og kommunumum saman og tað roknistykkið vísir, at almenna íløguvirksemið verður næstan tvær milliardir krónur í ár.

 

Samanteljingin fevnir um løgurnar í fíggjarlógini, umframt íløguætlanirnar hjá kommununum, tunnilsfeløginunum, kommunalum felagsskapum og Bústøðum. Men kortini eru eisini onnur almenn partafeløg, har tað almenna eigur partapeningin, har íløgurnar ikki eru taldar upp í.

.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at samanlagt fara tær stóru privatu og almennu íløgurnar at liggja um góðar 2,6 milliardir í ár. 

 

– Tað almenna eigur sostatt nógv tann størsta partin av hesum íløgum. Heldur enn at halda aftur og minka ferðina, er tað almenna, við nógvari ferð, í holt við at troka privata íløguvirksemið av vegnum siga tey í Vinnuhúsinum.