Tey ofra nógv fyri fullkomna kroppin

- Vit leggja ikki í, um fólk halda okkum vera sjálvsøkin og alt ov ekstrem, tí venjingin ger, at vit hava tað gott. Tað siga tey bæði, Jónina Tegeder og Robin Jønsson, sum um vikuskiftið gjørdust FM vinnarar í fitness

Hon er 40 ára gomul, starvast sum skrellikona og er omma at trimum børnum. Hann er 22 ára gamal, útbúgvin studentur og starvast í eini venjingarmiðstøð. Í felag hava tey eina ítróttargrein, sum tey brenna fyri – fitness.

Seinastu vikurnar hava verið strævnar hjá Jóninu og Robin. Teir 24 tímarnir í samdøgrinum hava ikki bjóðað upp á nógv annað enn svøvn, harða venjing og nógvar, lítlar proteinríkar máltíðir. Leygardagin luttóku tey saman við níggju øðrum í fyrstu føroysku føroyameistarakappingini í fitness. Tá dómararnir høvdu talt stigini saman og gjørt heildarmeting av luttakarunum, vórðu tað Jónina, sum býr í Kvívík, og Robin, ið er av Nesi í Eysturoynni, sum nú kunnu siga seg vera tey bestu innan fitness í Føroyum. Um hálva triðju viku skulu tey til Danmarkar at luttaka í DM í fitness.

Vegurin til plássið ovast á fitnessrókini hevur kravt nógvar tímar í venjingarmiðstøðum, eymar vøddar í dagavís og løtur, ið hava verið so harðar, at tey næstan hava givið skarvin yvir. Tey hava eina jarnharða disciplin og ein dreym um at hava tann fullkomna kroppin.

- Tað er ótrúligt at síggja, hvussu kroppurin kann broytast við harðari venjing og røttum kosti. Hetta er ein ítróttur, sum veruliga gevur mær vælveru, sigur Robin, og Jónina leggur afturat:

- Hetta er tað, sum ger meg glaða og gevur mær orku í gerandisdegnum. Tí treni eg fitness.


Útsjóndin hevur týdning

Hóast tey eru tey bestu innan fitness í Føroyum, er hetta ikki ein ítróttur, tey altíð hava íðkað.

- Fyri at siga sum er, so byrjaði eg at venja fitness miðvíst fyri umleið tveimum árum síðani, av tí at eg vildi síggja betri út, sigur Robin og heldur fram:

- Eg havi altíð íðkað ítrótt, og tá eg valdi at gevast við kappróðri í 2009, vildi eg gjarna halda kroppin við líka, uttan at tað skuldi vera ein ítróttur við kapping, greiðir Robin frá. Hann hevur sum yngri íðkað eitt nú hondbólt, bogaskjóting, fimleik, svimjing, frælsan ítrótt og spælt fótbólt. Sum 15 ára gamal leikti hann á U15 landsliðnum í fótbólti.

Øðrvísi er við Jóninu, sum ikki hevur fingist stórvegis við ítrótt fyrr enn seinastu 7-8 árini.

- Eg havi ongantíð verið serliga áhugað í ítrótti. Eg royndi bæði svimjing og hondbólt, tá eg var tannáringur, men tað var ongantíð eg. Tá eg bleiv vaksin byrjaði eg at renna rættiliga nógv, men tað var ikki fyrr enn í 2004, tá eg flutti til Føroya, at eg byrjaði at venja fitness, sigur Jónina, sum er úr Íslandi.

Hóast tað fyrst og fremst snýr seg um vælveru og at fara væl við kroppinum, so dylja tey bæði, Jónina og Robin, ikki fyri, at tey eisini venja fyri útsjóndina.

- Eg havi tað soleiðis, at er tað okkurt, tú ikki er heilt nøgd við, so mást tú gera nakað fyri at broyta støðuna. Sum flestu aðrar kvinnur haldi eg viðhvørt, at okkurt á mínum kroppi kann síggja annarleiðis út, og so venji eg fyri at fáa ta útsjóndina, eg vil hava, greiðir Jónina frá.


Vilja ikki kallast sjálvsøkin

Hóast tey siga seg ikki sjálvi hava upplivað tað, so eru Jónina og Robin greið yvir, at tað eru tey fólkini, sum halda, at tey bæði brúka ov nógva tíð upp á at dyrka sín egna kropp og harvið eru alt ov sjálvsøkin.

- Eg má siga akkurát sum er, at eg leggi ikki í, hvat onnur halda. Hetta gevur mær vælveru og er tann ítrótturin, sum eg tími at íðka, sigur Robin avgjørdur. Familja og vinfólk stuðla honum, men tá Robin stendur framman fyri speglinum og spennir vøddar, vilja beiggjarnir onkuntíð flenna.

- Onkuntíð poseri eg framman fyri speglinum heima við hús, og tá hava beiggjarnir hjá mær onkuntíð hug til at hyggja eitt sindur skeivt at mær og flenna, sigur Robin og flennur. Og júst tað at venja framman fyri einum spegli er nakað, sum Jónina heldur gevur fólki eina skeiva fatan av fitness.

- Tað eru summi, sum halda, at vit venja framman fyri speglinum bara fyri at hyggja eftir, hvussu flott vit eru, og hvussu venjingarklæðini sita, men soleiðis er tað avgjørt ikki. Innan fyri henda ítróttin er umráðandi, at tú gert venjingarnar á rættan hátt og hevur ein ávisan teknikk, tá tú brúkar hesi ymsu amboðini at venja við. So at siga, at vit eru sjálvsøkin, tí vit hyggja eftir okkum sjálvum í speglinum, er rættiliga langt frá veruleikanum, tí tað er ein orsøk til tað.


Kosturin fyllir nógv

Jónina og Robin byrjaðu í vár veruliga at venja fram til kappingina, sum var hildin leygardagin í Norðurlandahúsinum. Kosturin hevur allatíðina havt ein avgerandi leiklut, men seinasta mánaðin upp til kappingina, hava tey fylgt eini heldur óvanligari kostætlan. Í hvussu so er hava tey ikki seinastu tíðina etið matvørur, sum flestu aðrir føroyingar eta dagliga.

- Eg havi etið nógv kjøt og fisk. Tað snýr seg um at fáa nógvar proteinir, og so næstan skera heilt niður upp á kolhydratir. Eitt sindur av feitti skal kroppurin hava, men tað er umráðandi, at tað er tað sunna feittið, og tað fær mann millum annað við at eta feitan fisk og nøtir, greiðir Robin frá. Á sama hátt sum Robin hevur Jónina havt eina kostætlan.

- Breyð, pasta, eplir, rís og smør hevur verið púra bannað. Eisini havi eg so vítt gjørligt hildið meg frá øllum salti. Eg havi etið nøkunlunda tað sama sum tað, ið Robin hevur, men eg havi eisini drukkið ein til tveir proteinshakes hvønn dag, sigur Jónina, sum heldur tað vera strævið at hava eitt krevjandi arbeiði, venja hart og hava eina familju at taka sær av, samstundis sum tú skalt fylgja eini kostætlan.

- Tað er øgiliga roksut. Maturin fyllur so nógv í gerandisdegnum, soleiðis at alt lættliga snýr seg um, hvat tú etur, og ikki minst hvat tú ikki etur. Tað er trupult, serliga tá tú hevur eina familju, sum sjálvandi skal hava allar tær vanligu máltíðirnar við vanligum mati. Men tey vita, at soleiðis má tað bara vera beint nú, líka inntil DM er yvirstaðið, sigur Jónina, og Robin leggur afturat:

- Tá tú sum vit skalt fylgja eini slíkari kostætlan, ræður tað allatíðina um at fáa nóg mikið av tí rætta kostinum. Tí havi eg aftan á morgunmatin brúkt rættiliga fitt av tíð upp á at gera máltíðirnar klárar til restina av degnum, og ja, tað er rættiliga roksut.


Ekstremari verður tað ikki

Tann nógva venjingin og serliga kostætlanin hava í allar mátar ávirkað gerandisdagin seinastu tíðina hjá Jóninu og Robin.

- Dagarnir hava allir verið rættiliga eins. Eg fari upp, eti morgunmat, geri máltíðirnar til restina av degnum klárar, og so gangi eg ein túr. Síðani styrkivenji eg, áðrenn eg fari til arbeiðis. Eftir loknan arbeiðsdag eri eg aftur farin ein gongutúr, greiðir Robin frá. Tann serliga kosturin samantvinnað við umleið trimum tímum við harðari venjing hvønn dag hevur havt við sær, at Robin næstan støðugt hevur verið troyttur.

- Tað sigur seg sjálvt, at tá tú etur minni og samstundis venur hart, so tekur tað nógv upp á kroppin. Serliga seinastu dagarnar upp til kappingina var eg allatíð móður. Tá tað er so ekstremt, sum hetta, so koyrir tú upp á viljan, og tað havi eg gjørt, sigur Robin. Soleiðis hevur eisini verið hjá Jóninu, sum eisini hevur merkt, hvussu serligi lívsstílurin ávirkaði hana sálarliga beint áðrenn kappingina.

- Seinasta vikan var hørð, og tá vóru løtur, har eg bara hevði hug til at kasta handklæðið í ringin. Fjúsið var stutt og eg hevði ótrúliga lætt við at blíva rørd og tára, greiðir Jónina frá og hevu hug at flenna. Eins og Robin hevur hon brúkt nógva tíð upp á venjing.

- Eg havi vant seint seinnapartar og um køldarnar. Typiskt hevur tað verið umleið 3-4 tímar hvønn dag sjey dagar um vikuna, sigur Jónina, sum ikki heldur tað hava verið serliga torført at fylgja kostætlanini.

- Eg brúki nógva tíð upp á at gera mat og fyrireika allar máltíðir, men eg havi klárað at hildið meg 100 prosent til tann matin, sum eg skal eta, sigur Jónina. Sindur øðrvísi er við Robin.

- Viðvíkjandi kostætlanini so havi eg snýtt eitt sindur. Tað er ikki nakað eg havi gjørt ofta, men tað er komið fyri, at eg havi etið okkurt, sum ikki hevur staðið á kostætlanini. Tvær vikur áðrenn kappingin skuldi verða, át eg tó bara tað, kostætlanin loyvdi, sigur Robin.


Skulu luttaka í DM

Sum FM vinnarar innan fitness skulu tey í næstum til Danmarkar at luttaka í meistarakapunum har. Kappingin verður um hálva triðju viku, og tískil hava Jónina og Robin ikki veruliga kunnað tikið sær av løttum, eftir at FM sigurin kom í hús leygardagin.

- Eg helt frí sunnudagin, men mánadagin var eg longu í gongd aftur við venjingini og rætta kostinum, sigur Jónina. Robin hevur heldur ikki hildið leingi frí.

- Sunnudagin og mánadagin gjørdi eg einki við venjing og át rættiliga nógv. Nú hevur kroppurin vant seg við ávísar matvørur, so hasar báðar dagarnar, eg helt frí, merkti eg tað væl á kroppinum og fekk tað faktisk ikki so gott, greiðir Robin frá.

Harða venjingin er av álvara byrjað aftur, og tey bæði hava góðar vónir um at gera seg galdandi til meistarskapið í fitness í Danmark.

- Vit eru nakrir 20 mans, sum luttaka, og vit verða bólkaðir í tveir bólkar eftir hædd. Eg eri 1 metur og 76, so eg skal luttaka í bólkinum við monnum yvir 1 metur og 75. Har verða innleiðandi umfør, og komi eg í finaluna, eri eg væl nøgdur, sigur Robin. Hjá kvinnunum eru færri luttakarar.

- Sum eg havi skilt á lagnum, verða vit bara tríggjar, sum fara at kappast. Eg fari við fyri at fáa ta upplivingina, men sjálvandi vil eg eisini klára meg væl. Møtir tú upp, hevur tú ein kjans at vinna, og bara eg ikki endi sum nummar trý, so verði eg glað, sigur Jónina.