Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leiga einum felag úr Estlandi eitt grundstykki á Oyrareingjum til at byggja eitt pakkhús á. Stykkið, sum er 3.000 fermetrar skal verða til eitt pakkhús til pakkitilfar til tey russisku fiskiskipini, sum fiska her í Norðuratlantshavi.
Pakkitilfarið verður siglt til Føroyar og tað merkir, at tað fara at koma eini 8 - 10 skip á Oyrareingir um árið við umleið 1.300 pallum av pakkitilfarið hvørja ferð. Og fara bilar at koyra pakkitilfar kring landið, har russisku fiskiskipini, sum hava brúk fyri pakkitilfari liggja, ella tey koma á Oyrarreingir eftir tí. Býráðslimir í fegnast um, at virksemið kemur á havnarlagið á Oyrarreingjum, tí tað bæði skapar arbeiðspláss, og inntøkur til Tórshavnar Havn.
Nettupp á Oyrareingjum, og har um vegir, hava tey havt stórar trupulleikar av larmi frá skipum, tí har er mangan ikki livandi, hvørki um dagin ella um náttina. Men tey í býráðnum leggja dent á, at hámark verður sett fyri, hvussu illa skipini kunnu larma.
Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað er at vanvirða tey, sum búgva har um vegir, at fara undir nýtt virksemi, áðrenn trupulleikin við larmi frá skipum, er loystur.
Men tað halda tey í meirilutanum ikki. Kári Johansen, formaður í Havnanevndini sigur, at skipini, sum koma á Oyrarreingir skulu halda seg til tey markvirðini, sum verða ásett og endaligi sáttmálin verður ikki skrivaður undir, fyrr enn markvirðini eru sett. Og tey skip, sum ikki lúka krøvini til larm, sleppa ikki at at bryggju.
Arbeitt verður við at seta mark fyri, hvussu illa skipini kunnu larma, men Gunvør Balle mælti til at bíða við málinum, til mark er sett fyri, hvussu illa skipini kunnu larma. Hon helt ikki, at býráðið eigur at taka støðu til málið, fyrrenn tey vita, hvar markið fyri larm, gongur, tí er tað ov høgt, kann býráðið siga nei.
Annfinn Brekkstein sigur, at hetta er ikki ein spurningur um larm. Hetta er ein spurningur um at viðgera eina umsókn, sum er eftir byggisamyktini, og tað kann býráðið ikki nokta. Skal býráðið nokta hesum, verður neyðugt at broyta byggisamtyktina.
Elsa Berg Berg, býráðslimur úr Tjóðveldi, heldur, at býráðið eigur at bjóða økið út, tí tað kundi hent seg, at áhugi er fyri økinum til onnur endamál, sum kanska ikki larma so illa. Tað kundi eisini hent, at onkur bjóðaði upp á økið til okkurt endamál, sum fór at skapa nógv fleiri arbeiðspláss enn eitt pakkhús ger.
Býráðið sigur, at tann staðbundna nevndin fyri Kollafjørð mælir frá at gera ein leigusáttmála upp á heili 25 ár tí tað halda tey ikki, at grundarlag er fyri. Staðbundna nevndin vil eisini hava, at hámark verður sett fyri, hvussu illa skipini kunnu larma.
Tá ið býráðið samtyktu málið, atkvøddi allur meirilutin fyri, umframt Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, men Elsa Berg og Gunvør Balle úr Tjóðveldi, umframt Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, atkvøddi ímóti. Jón Kragesteen, sum fyribils hevur sæti í býráðnum fyri Tjóðveldi, og Ruth Vang, atkvøddu blankt.