Tey kongaligu ein tíma eyka í Fugloy

Miðlafólk og onnur hava bíðað eftir teimum kongaligu í Mikladali, tí tey vóru ein heilan tíma longri enn ætlað í Fugloy

Klokkan 12.15 í dag fór krúnprinsaparið við fylgi til Fugloyar, har tey skuldu vitjað fram til klokkan 15.35. Síðani skuldu tey eftir ætlan fara til Mikladals at heilsa upp á kópakonuna klokkan 15.35. 

 


Men ikki fyrr enn ein tíma seinni enn ætlað - tað er klokkan 16.35 - lendi tyrlan við krúnprinsaparinum í Mikladali. Túrurin í Fugloy var uttan miðlafólk, og tí sigur søgan einki um, hví tey vórðu seinkað ein tíma. 

 

 

Her á myndini síggjast tey mongu miðlafólkini, sum standa og bíða í Mikladali. In.fo fer at senda beinleiðis úr Mikladali um eitt bil á Facebook síðuni, sum tú kanst síggja her