Tey klappaðu, tá hann kiksaði

Nils Liedholm doyði sunnudagin 5. november, 85 ára gamal. Hann var ein partur av tí kendu Gre-No-Li trio´ini, sum var mest frammi í 1950-unum. Liedholm var eisini kendur, sum ein góður venjari.

Fótbóltur

 

Nils Liedholm varð føddur 8. oktober í Valdemarsvik, sum liggur í Eystra Götalandi í Svøríki. Liedholm kom á besta liðið hjá IK Sleipner í Norrköping sum 20 ára gamal í 1942. Dánjal Jarnskor og Abraham Løkin spældu við hesum sama felag í 1980, tá Ronny Gunnarson vandi felagið. Liedholm spældi við IK Sleipner fram til 1946, árini 1946 til 1949 leikti hann við IFK Norrköping. Í 1949 bleiv hann seldur til AC Milan, og har leikti Liedholm í 13 ár fram til 1962, tá hann sum 40 ára gamal legði skógvarnar á hilluna.

 

OL-gull og HM-silvur

Tað, sum svenski fótbóltsalmenningurin minnist Nils Liedholm best fyri, er, at hann var á svenska OL-landsliðnum, sum vann gull við olympisku leikirnar í London, í 1948. Liedholm var eisini á liðnum, sum vann silvur fyri Svøríki í HM í 1958. Hetta HM-endaumfarið var leikt í júst Svøríki. Svøríki hevði leikt væl, men í HM-finaluni kundi teir einki gera ímóti Garrincha og Pelé, og máttu noyðast við silvur. Brasilia vann finaluna so greitt sum 5-2, og er hetta einastu ferð, at evropearar ikki hava vunnið HM á evropiskari jørð! OL-gullið í 1948 opnaði vegin til Italia hjá Liedholm, og øðrum svenskum landsliðsleikarum.

 

4 Scudetto

Nils Liedholm leikti 359 dystir fyri AC Milan, og skoraði hann 81 mál í hesum dystunum. Saman við svensku liðfeløgunum Gunnari Nordahl og Gunnari Gren, var Liedholm partur av einari sterkari offensivari trio. Liedholm var bæði spælfordeilari og avsluttari. Hansara stílur var so perfektionistiskur, at tá hann eftir fleiri ár – langt um leingi – kiksaði eina sending, so reisti áskoðarafjøldin seg á San Siro, og tey klappaðu í 3 minuttir. Í árunum frá 1949 til 1962 eydnaðist tað Liedholm at vinna 4 Scudetto, italsk meistaraheitið.

 

Scudetto sum venjari

Tað eydnaðist eisini Nils Liedholm at vinna Scudetto, sum venjari. Árini 1961-66 var hann bæði fyrstaliðs-venjari og ungdómsvenjari hjá AC Milan. Árini 1966 til 1979 var hann venjari hjá bæði Verona, Monza, Varese, Fiorentina og Roma, áðrenn hann kom aftur til Milan í 1977. Í 1979 førdi hann Milan til Scudetto. Sama bragdið gjørdi hann fyri Roma í 1983. Liedholm vandi Roma í trimum tíðarskeiðum, og Milan eitt tíðarskeiðið aftrat. Eisini var Liedholm í Verona eitt styttri skifti. Liedholm vann eisini tríggjar steypakappingar – Coppa Italia – við Roma. Eitt sum Liedholm er best kendur fyri, er at hann gav Paulo Maldini tað neyðugu vegleiðingina, tá hesin var bert 16 ára gamal. Og góð hevur hon verið! Tí Maldini hevur skjótt spælt í Seriu A, í fjórðingsøld. Liedholm leikti bara 23 landsdystir fyri Svøríki, men hann fekk 11 mál í hesum 23 landsdystunum. Tá í tíðini bar ikki altíð til at sleppa leysur frá feløgunum, til at leika landsdyst. Nils Liedholm, sum var væl lýddur av øllum í bæði Italia og Svøríki, búði í Italia, øll árini frá 1949, og til deyðadag sín.