Skopunar Kommuna fer ikki at fáa endurgjald frá landskassanum tá ið Sandoyartunnilin verður tikin brúk og siglingin ímillum Skopum og Gomlurætt verður niðurløgd.
Tað skilst í eini viðmerking frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Nú Løgtingið viðgerð fíggjarætlanina fyri næsta ár, hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurt Jørgen Niclasen, um tað er lagt upp fyri, at Skopunar Kommuna skal fáa endurgjald, nú ferjulegan verður niðurløgn tá ið Sandoyartunnilin verður veruleiki?
Jørgen Niclasen sigur, at tað er Landið, sum eigur, rekur og fíggjar ferjuleguna í Skopun. Annars er Skopunarhavn ein kommunal havn, men Landið hevur fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum í nógv ár. Landið hevur eisini goldið umvælingar, eitt nú at taka grót upp av botni í innsiglingini við jøvnum millumbili.
– Tað er ikki rímiligt at Landið skal rinda »endurgjald« til eina kommunu fyri rakstur og íløgur, sum landið sjálvt hevur fíggjað, sigur Jørgen Niclasen.
Hann leggur afturat, at Strandferðslan rindar havnagjald til Skopunar kommunu.