Tey heimleysu á Landssjúkrahúsinum

Ja, tað er tíverri nógv her í høvuðsstaðnum ið eru heimleys, tá hugsi eg serstakliga um tey, ið búgva á teimum psykiatrisku deildunum úti á landssjúkrahúsinum, har nógvir av sjúklingunum hava búð í heilt nógv ár. Hetta er teirra heim og verður tað eisini framyvir

Ein keðilig søga endurtekur seg aftur í ár. Tá verða so deildir lukkaðar í nakrar mánaðar í summar, vegna sparingar? Tey fólkini, ið búgva har, eiga sostatt einki heim í summar.

Tey verða sostatt koyrd út úr sínum egna heimi, har tey hava eina song, eitt náttborð og eitt klædnaskáp.Tey verða so flutt á aðra psykiatriska deild úti á landssjúkrahúsinum, kanska har at deila kamar við fleiri fólkum, ið tey als ikki kenna, fáa tað til tíðir vánaligt av hesum og noyðast so eisini at fáa meira heilivág.

Hetta er so støðan, ið endurtekur seg á hvørjum ári á teimum psykiatrisku deildunum á landssjúkrahúsinum, heimleysir sjúklingar. Tað hava verið nógv fólk, sum ígjøgnum árini hava roynt at steðga hesu niðurverdigu flytingini, ið fer fram á hvørjum ári, men tað sær út til, at tey ongan góðan eiga.


Elna Nolsøe,

pleygari