– Vit hava verið ógvuliga fegnir um hansara avrik, og hava fult álit á honum sum starvsfólki.
Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum í eini fráboðan í kvøld.
Fráboðanin kemur eftir at Mortan Berjastein, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum hevur ført fram, at eftir hansara tykki eigur Ingolf S. Olsen, sum bæði er skrivari hjá Fiskimannafelagnum, og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, eigur at leggja annað starvið frá sær til uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan er avgreitt.
Les eisini: Vil hava løgtingsmann frá
Hesum er Jan Højgaard ikki samdur í.
– Fyri Føroya Fiskimannafelag eru tað førleikarnir, og avrikini á skrivstovuni, sum telja tá ið fólk vera sett í starv, sigur hann.
Hinvegin staðfestir hann, at átrúnaður, politiskur litur, kyn, húðalitur o.s.fr., er óviðkomandi fyri Fiskimannafelagið sum arbeiðsgevari.
– Tað eru førleikarnir sum telja, og tað vóru hesir, sum vóru avgerandi, tá ið vit settu Ingolf S. Olsen í starv í felagnum.
– Vit hava verið ógvuliga fegnir um hansara avrik, og hava fult álit á honum sum starvsfólki, sigur formaðurin.
– Sum felag, og sum arbeiðsgevari, kunnu vit ikki loyva okkum at vraka fólk, tí tey hoyra til ein ávísan flokk ella nakra ávísa samkomu. Tað er ósakligt og at gera mismun, leggur hann afturat
– Sum fakfelag er tað týdningarmikið, at vit standa saman, og at vit verja rættindi hjá øllum starvsfólkum, leggur hann afturat.