Eldrarøkt
?Øll tey gomlu, sum brúka Tilhaldið í Havnini hava onki at ræðast. Tey hava fyrsta rætt til Tilhaldið og tann rættin missa tey ikki.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havnini kann í dag sissa øll tey mongu, sum dagliga brúka Tilhaldið í Havnini.
Hann váttar, at Býráðið hevur fingið eina umsókn frá manni, sum hevur hug at gera matstovu í kjallaranum í Tilhaldinum.
?Umsøkjarin ætlaði at gera Grasagharð til ein part av matstovuni og tað kundi gjørt sítt til at skapa meiri lív í økið, sigur borgarstjórin.
Men samstundis kann hann beinanvegin sissa øll tey, sum hava stúrt fyri Tilhaldinum:
? Tað er samtykt, at vit ganga ikki umsóknini á møti, sigur hann.
Hann viðurkennir fult út, at Býráðið hevur einmælt samtykt, at húsið skal brúkast til Tilhald og tað verður ikki brúkt.
?Vit hava fingið nógvar umsóknir um kjallaran í Tilhaldinum, men vit hava hvørja ferð víst á, at hølini eru ikki tøk.
Men kortini helt borgarstjórin, at hendan umsóknin varð øðrvísi.
?Vit hildu, at tey, sum brúka Tilhaldið kundu eisini fingið gagn av hesum, tí ein møguleiki er, at Tilhaldið fekk leiguna fyri kjallaran.
Hann sigur, at býráðið tí helt, at tað var rætt at spyra Tilhaldið, hvar tað helt um ætlanin at gera matstovu í kjallaranum.
?Tilhaldið hevur svarað, at tað vil ikki hava Matstovu í Kjallaranum.
Og harvið verður tað, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at Sosiala nevnd viðgjørdi málið týskvøldið og har varð samtykt at svara umsøkjaranum, at kjallarin í Tilhaldinum er ikki tøkur til Matstovu.
Men hann sigur, at nú veit Býráðið eisini av, at kjallarin í Tilhaldinum er ikki tøkur og sostatt sleppur Býráðið undan at brúka tíð uppá viðgera fleiri umsóknir.
-? Hereftir kann umsitingin avgreiða møguligar umsóknir beinanvegin við at vísa, at hølið er ikki tøkt.