Tey fyrstu nøvnini á Listastevnuni avdúkað

Á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum týsmorgunin vórðu tey fyrstu nøvnini á Listastevnuni 2005 avdúkað. Hesi eru Barbara Hendricks, Aurelia?s Oratorio og Rúni og Susanne Brattaberg saman við Føroya Symfoniorkestri og Tarira

Listastevnan

Barbara Hendricks er ein av teimum mest vælumtóktu og fjølbroyttu listafólkunum í tónleikaheiminum í dag. Hon hevur bæði sungið opera, jazz og annan meiri fólksligan tónleik.
Enn er skráin fyri konsertina hjá Barbaru á Listastevnuni ikki endaliga fastløgd, men hon fer ætlandi at syngja týskar Lieder. Konsertin hjá henni verður 9. august.
Í 2003 hevði Listastevnan vitjan av dóttir Charles Chaplin, Victoriu Chaplin og manni hennara, Jean-Babtiste Thierrée, við "Le cirque invisible" ? tí ósjónliga sirkussinum. Hetta var ein sera væleydnað framsýning.
Í ár kemur so abbadóttir Chaplin, Aurélia Thierrée, higar við framførsluni, "Aurélia?s Oratoriu", og hesaferð er mamma hennara, Victoria Chaplin, við sum leikstjóri.
Henda framførslan hevur eisini fingið eitt ótal av góðum ummælum í øllum teimum londum, tær hava vitjað við "Aurélia?s Oratoriu".
Framførslan verður 5. og 6. august.
Rúni Brattaberg og konan, Susanne Brattaberg, verða eisini við á Listastevnuni í ár.
Sjálvur hevur Rúni luttikið áður, men hesaferð fer hann at hava konsert saman við konu síni og Føroya Synfoniorkestri, sum verður stjórnað av Benny Wilkinson, umframt kórinum, Tarira.
Susanne er fødd í Týsklandi og hevur fingið frálæru í operasangi á Peter Kornelius Konservatoriinum í Mainz í Týsklandi og á tí Evropeiska Operastudiinum í Balchik í Bulgariu.
Konsertin við Rúna og Súsonnu saman við orkestri og kóri verður á Listastevnuni 11. august.

Til Tasmaniu

Í døgunum, 1.-10. apríl í ár, verður listastevna á Tasmaniu ? Ten Days on the Island.
Í samband við hesa stevnu, er samskiparin av Listastevnu Føroya, Oddvá Nattestad, boðin at verða gestur á stevnuni á Tasmaniu.
Við sær í skjáttuni til fjarskotna landið hevur Oddvá Nattestad hópin av fløgum, dvd, myndlistabókum, myndakalendarum, tilfar frá Ferðaráðnum, listastevnufaldarar og annað tilfar.
Marknaðarsamskipari fyri Listastevnu Føroya er Elin Hentze.