Tey fyrstu hava longu fingið bót í Eysturoyartunlinum

Tað er hvørki loyvt at ganga, súkkla, koyra á skutara, ella prutli, ígjøgnum tunnilin

Tíðliga í morgun var løgreglan varug við, at fólk vóru farin á súkklu ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Løgreglan sigur, at talan var um nøkur fólk á súkklu, sum fóru farin felags súkklutúr ígjøgnum tunnilin.

Tey vóru í klæðum sum sóust væl, og annars væl upplýst. Men trupulleikin er, at av trygdarávum er tað er ikki loyvt at fara ígjøgnum tunnilin á súkklu.

Tað er heldur ikki loyvt at fara ígjøgnum tunnilin á skutara og á prutli, og tað er heldur ikki loyvt fara til gongu ígjøgnum hann. Løgreglan sigur, at sostatt fáa súkklararnr bót fyri at hava brotið ferðslulógina.

 

Koyra ókeypis longri enn ætlað

Annars boðaði felagið, sum stendur fyri tunlinun, at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin til 1. januar.  Tað skuldi vera jólagávan frá teimum til føroyingar, og kanska er tað eisini fyri at venja fólk at brúka tunnilin.

Og tað hevur eisini verið ovurhonds stórur áhugi fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, tí sum vit skrivaðu fyrr morgun, koyrdu heili 14.700 bilar ígjøgnum tunnilin í gjár. Men nú boðar felagið so frá, at tann ókeypis koyringin heldur fram til tann 10. januar.