Komandi mánadagur verður ein dagur, sum mong í Vági hava bíðað leingi eftir.
Tí tá verða tey fyrstu fólkini tikin inn í tað nýggja eldrasambýlið, sum kommunan hevur bygt úti á Marknoyri í Vági.
Heimið er liðugt og mánadagurin er settur sum dagurin, tá ið tey fyrstu fólkini sleppa at flyta inn.
Men longu í dag fær almenningurin høvi at síggja eldrasambýlið, tí ímillum klokkan klokkan 15 og 19 verður almenn móttøka í sambýlinum, har øll áhugað hava høvi at síggja húsið.
Í heiminum er pláss fyri 11 búfólkum, men so er eitt pláss afturat til umlætting.
Hóast tey fyrstu fólkini flyta inn mánadagin, fer tað at taka nakrar dagar at fáa alt upp á pláss, men ætlanin er, at øll 11 skulu verða flutt inn longu tað fyrstu vikuna, sigur Ásgerð Stenberg, sum er forkvinna í upptøkunevndini fyri eldrasambýlið.
Gravgangur eftir plássi
Og tað skilst á lagnum, at tað er gravgangur eftir at sleppa inn á eldrasambýlið.
Heilar 36 umsóknir eru komnar til tey 11 búplássini.
? Tað eru fólk úr allari oynni, sum hava søkt. ? Flestu umsøkjararnir eru úr Vági, men talan er eisini um vágbingar, sum nú búgva á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, umframt vágbingar, sum búgva í øðrum bygdum. Men harumframt hava eisini fólk úr øðrum bygdum søkt.
Ásgerð Stenberg sigur, at eldrasambýlið er kommunalt burturav, so tað verða fyrst og fremst vágbingar, sum verða tiknir inn.
At tað eru so nógvir umsøkjarar, sigur eitt sindur um tørvin.
Men Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur, at tað verður í hvussu so er ikki beinanvegin, at farið verður undir at útvega fleiri pláss.
? Ætlanin er fyrst og fremst at fáa hetta sambýlið í eina fasta legu. Men sum støðan er, er onki at ivast í, at býráðið eisini fer at hugsa um at byggja út, tá ið ein tíð er fráliðin, sigur Jógvan Krosslá.
? Góðir møguleikar eru at byggja út á stykkinum, sum sambýlið stendur á og alt økið er lagt av til tað sama.
Kostar fimm milliónir
Eldrasambýlið í Vági er 714 fermetrar stórt og tað kostar undir fimm milliónir, nú tað er liðugt.
Men vegur er gjørdur til húsið og alt er gjørt liðugt rundanum, og tað hevur kommunan goldið fyri.
Tilsamans er kostnaðurin einar 10.000 krónur fyri fermeturin og tað er rættiliga bíligt fyri slíka bygging, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen, sum hevur havt eftirlitið við byggingini.
Í Havnini hevði prísurin ikki komið undir 15-20.000 krónur fyri fermeturin, sigur hann.
Jógvan Krosslá sigur, at samskiftið við landsmyndugleikarnar hevur gingið væl og hann fegnast um tann positiva hugburð, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í al- manna- og heilsumálum, hevur til at fáa nakað á skaftið á eldraøkinum.
Formaður í nevndini fyri eldrasambýlið er Jógvan Krosslá, býráðsformaður.
Tveir aðrir nevndarlimir umboða kommuna, teir eru Ingvør Hansen og Ásgerð Stenberg.
Fjórði nevndarlimurin er Jóannes Dalsgarð í Havn, sum umboðar Íbúðargrunnin, ið eisini hevur verið við til at fíggja sambýlið.
Harumframt umboða Torgerð Suðuroy og Jonhild Kjærbo Matmøðrafelagið í nevndini.
Í upptøkunevndini er Ásgerð Stenberg formaður. Annars hevur Almanna- og heilsumálastýrið valt Anne Birgitte Dahl-Hansen, kommunulækna í upptøkunevndina.
Jeanne í Lágabø, leiðari fyri heimarøktina er eisini í upptøkunevndini, eins og Sunnvá Petersen, leiðari á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi eru seinastu limirnir í upptøkunevndini.