Tað gekk ikki eftir vild hjá summum av liðunum frammi í oddunum í Formuladeildinií dag.
Dystirnir eru lidnir og bæði HB og NSÌ hava tapt
Ì hálvleikinum vóru ongi mál, men í seinna hálvleiki kom gongd á
Fyrsta málið fekk B36 í dystinum ímóti KÍ
Tað var Sam Malson, sum smekkaði til og skotið var so lumpisligt at Jákup í KÍ málinum stóð sum negldur.
Sostatt tapti KÍ 1-0 og tráðurin, teir hava at krøkja seg í, verður klænri og klænri.
Og á Toftum legði B-68 nú seg á odda 1-0, men so javnaði HB við Andrew á Fløtum , men stutt eftir legði B-68 seg enn einaferð á odda til 2-1 tá Brian skoraði og tað varð eisini endaliga úrslitið.
Í Gøtu spældu Víkingur og NSÍ og har endaði dysturin 2-1 til Víking.
Fyrst legði Øssur Dalbú NSÍ á odda, men teir høvdu ikki fingið armarnar niður, so javnaði Símun Louis Jacobsen fyri Víking.
Men síðani vann Atli Gregersen dystin fyri Víking tá ið hann legði teir á odda til endaliga úrslitið 2-1.
Og á Sandi spæla B-71 og Skála.
Botngysarin á Sandi byrjaði ikki fyrrenn klokkan hálvum fýra, so har er dysturin akkurát liðugur. Støðan var 0-0 allan dystin, men í yvirtíðini legði Clayton á odda 1-0 í hesum avgerandi dystinum og tað varð eisini úrslitið av dystinum, so sandingar hava avgjørt fyri nýggja vón um at yvirliva í formuladeildini.
Støðan í Formuladeildini er sostatt beint nú
EB/Streymur: 47 stig
B-36: 39 stig
NSÍ: 37 stig
HB: 36 stig
Víkingur: 35 stig
B-68: 29 stig
ÍF: 23 stig
KÍ: 21 stig
B-71: 21 stig
Skála: 18 stig
EB/Streymur og ÍF hava lagt 21 dystir, men tey spæla ímóti hvørjum øðrum í annaðkvøld. hini liðini hava spælt 22 dystir.
Næsta vikuskiftið verður eisini avgerandi botndysatir, tí tá fara sandoyingar til Klaksvíkar og tann dysturin kann fáa stóra ávirkan á niðurflytingina