Men fimti hvør 15 ára gamal heldur viðhvørt ella ofta framtíðina vera vónleysa.
Skúlablaðið hevur kagað í kanningina »Ungfólk í Føroyum 2012«, har tey ungu um 15 ára aldur svara spurningum, so sum hvussu ofta tey hava kent seg fjálturstungin farnu vikuna, um tey hava verið kedd, hava lætt við at gráta, trupult við at sova og so framvegis.
61 næmingar ella 12 prosent siga, at tey viðhvørt ella ofta kunnu siga seg hava verið fjálturstungin farnu vikuna. 17 prosent kunnu viðhvørt ella ofta siga seg brádliga hava verið bangin uttan serliga orsøk farnu vikuna.
At verða spentur ella á gosi er meira vanligt. Heili 48 prosent hava viðhvørt ella ofta verið spent ella á gosi seinastu vikuna. 38 prosent hava viðhvørt ella ofta verið kedd og í ringum hýri. 27 prosent hava viðhvørt ella ofta havt ringan matarlyst.
149 ung – 28 prosent – hava viðhvørt ella ofta kent seg einsamøll. 11 prosent siga at tey ofta fóru lætt at gráta farnu vikuna. Tey flestu – 60 prosent – fóru tó (næstan) ongantíð at gráta. 152 ung – 29 prosent – høvdu viðhvørt ella ofta trupult við at sovna.
10 prosent vóru ofta stúrin ella hugtung farnu vikuna. Haraftrat vóru 15 prosent viðhvørt hugtung. 159 ung – 30 prosent – høvdu viðhvørt ella ofta ikki hug at gera nakað. Tey flestu hava bjartar framtíðarvónir, men 99 ung – 19 prosent – hildu viðhvørt ella ofta framtíðina vera vónleysa.
Hugsa ung um at beina fyri sær? 78 prosent svara, at tey (næstan) ongantíð hugsaðu um hetta farnu vikuna. Trý prosent hugsaðu ofta um at beina fyri sær.
Ungfólk í Føroyum 2012 er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011.
19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.










