Skattur og avgjøld skulu í hvussu so er, ikki hækka meiri. Tað var boðskapurin hjá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins, á landsfundinim hjá flokkinum í morgun.
Hann staðfestir, at upptakið eftir hesa samgonguna verður tungt, tí avrikslistin er syndarligur, eisini, hvat skatti og avgjøldum viðvíkur.
– Tey løgdu fyri við eini skatta- og avgjaldsøði, har øll handað sløg av avgjøldum og skattum vórðu løgd á familjur og vinnu, sigur formaður Fólkafloksins. Hann vísir á, at avgjaldið á bensin og á diesel varð hækkað, vit fingu hægri vektgjald, hægri tinglýsingargjald og hægri umhvørvisavgjald. Harumframt er gjaldið til Heilsutrygd hækkað, skatturin til barsilsskipanuna og til Samhaldsfasta, er hækkaður.
– Ja, sjálvt hondverkarar og hárfríðkanarkvinnur fingu stóra rokning fyri kringvarpsgjald, og síðani eru útreiðslurnar hækkaðar ábyrgdarleyst, leggur hann afturat. Hann sigur, at talan er um hundraðtals milliónir – hvørt einasta ár – so hann heldur, at tað er heilt óhugnaligt.
Hinvegin ger hann greitt, at Fólkaflokkurin hevur sett sær eitt greitt mál fyri avgjalds- og skattapolitikkin.
– Fólkaflokkurin vil í minsta lagi, at skattur og avgjøld skulu ikki hækka meiri, sigur hann. Hann sigur, at skatturin skal lækkast so at eingin við lág- ella miðalinntøku, skal rinda meira enn 30 prosent í skatti, og avgjøldini á vinnu og borgarar, skulu lækkast, sigur hann.
Hann vísir á, at Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at strika kringvarpsgjaldið hjá vinnufyritøkum.
– Í eini fyritøku eru tað bert starvs- og viðskiftafólk, sum lurta og hyggja, men tey rinda øll kringvarpsgjald frammanundan. Hetta er eitt vinnufíggindaligt gjald, sum skal avtakast, sigur Jørgen Niclasen. Hetta svarar jú til, at keypir tú rundstykkir við til arbeiðis, rindar tú MVG. Men etur tú tey á arbeiðsplássinum, skal arbeiðsplássið rinda MVG-gjaldið einaferð afturat, leggur hann afturat.
– Vit hava eisini lagt uppskot fram um at lækka tinglýsingargjaldið niður í helvt. Tað kann ikki verða meiningin at brandskatta ungar barnafamiljur og vinnulívsspírar, tí tey gera íløgur í heim ella vinnubygningar, sigur Jørgen Niclasen
– Skapa vit vøkstur, røkka vit málinum skjótari. Vit vilja at ein triðingur av vøkstrinum í búskapinum skal brúkast til at lækka avgjøld og skatt við, ein triðingur skal brúkast til vælferð og ein triðingur skal brúkast til at rinda skuld við, sigur formaður Fólkafloksins.