KFUK-skótarnir fegnast um hækkaðu játtanina til Skótadepilin á Selatrað, og tey siga seg ikki kenna aftur tíðindini á kvf.fo um, at stuðulin og markingin av honum skal hava fingið ilt í KFUK-skótarnar.
- Vit sendu í gjár eitt bræv til limirnar í fíggjarnevndini, har vit júst fegnaðust um stuðulin, men vístu samstundis á, at ynskiligt var, at stuðulin varð latin Føroya Skótaráði uttan marking.
KFUK-skótarnir vísa í skrivi í kvøld á, at Føroya Skótaráð er samstarvsráð fyri skótasamskipanirnar í Føroyum, og her kundi stuðulin fingið demokratiska viðgerð, sambært reglugerð hjá Føroya Skótaráð.
- Soleiðis kundi stuðulin eisini komið øllum føroyskum skótum til góðar, siga umboð fyri KFUK-skótarnar í kvøld í brævi til miðlarnar.
Tað eru Inga Foldbo Hjallnafoss, forkvinna og Fía Lindenskov, nevndarlimur, sum standa aftan fyri brævið, ið miðlarnar hava fingið frá KFUK-skótunum í kvøld.