Tey fara ikki at lumpa okkum eina ferð afturat

- Samgongan fer ikki at lumpa sandoyingar einaferð afturat.

Tað er Gerhard Lognberg, tingmaður úr Sandoy, púra vísur í.

 Hann sipar til ætlanina at fáa undirsjóvartunnil í Sandoy.

Fyri nøkrum árum síðani samtykti Løgtingið at gera undirsjóvartunnil í Sandoy.

 Men tann lógin varð avtikin aftur.

 Men nú verður roynt einaferð afturat at fáa tunnilin til veruleika.

 

Tað er ikki semja í samgonguna um ein privatan Eysturoyartunnil og tí hevur samgongan brúk fyri at fáa onkrar tinglimir úr andstøðuni at hjálpa sær.

 Í hesum sambandi hevur samgongan dyrgt eftir sandoyartingmonnunum, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.

 Afturfyri at fáa teir báðar at atkvøða fyri einum privatum tunli, skal farast undir ein Sandoyartunnil í 2015.

 Fyri at røkka hesum endamáli, hevur samgongan bjóðað sær til at leggja lóg fyri Løgtingið í heyst, har 150 milliónir verða settar av til Sandoyartunnilin.

 

Men síðani skulu tilsamans 385 milliónir setast av til tunnilin á langtíðar íløguætlanini hjá landsstýrinum, sum gongur fram til 2024.

 

Men ætlanin er at gera kanningarnar lidnar næsta ár og at taka lán til tunnilin, so at sjálvt arbeiðið kann byrja í 2015.

 

Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at hetta er nóg góð trygd fyri Sandoyartunlinum og tí hevur hann vent ætlanini bakið.

 

Hann boðaði annars frá, at fær hann fullfíggjaða og skottrygga avtalu um at gera Sandoyartunnilin beinanvegin, kann hann atkvøða fyri einum privatum Eysturoyartunli, hóast ein privatur tunnil stríðir ímóti hansara hugsjónum.

 

Men hóast Páll á Reynatúgvu hevur vent ætlanini bakið, ætlar hin sandoyartingmaðurin úr andstøðuni, Gerhard Lognberg, ikki at gera tað.

 

- Eg havi ikki ráð til at venda ætlanini bakið.

 

Og hann er ikki bangin fyri, at poltikarar eina ferð afturat fara at leypa frá eini avtalu um Sandoyartunnilin, akkurát sum teir gjørdu, táið Løgtingið fyrst samtykti at gera Sandoyartunnilin, men síðani avtók lógina aftur.

 

- Tey eru vaksin fólk og tey snýta ikki sandoyingar einaferð afturat, sigur hann.

 Tí hevur hann álit á, at avtalan um Sandoyartunnilin fer at halda hesu ferð.

 Hann sigur, at avtalan um Sandoyartunnilin skal skrivast í álitinum um Eysturoyartunnilin, sum Rættarnevndin fer at lata úr hondum ein av døgunum.