Tey fínu í Havn skulu rakast á egnan kropp

Áðrenn vanligur fiskiskapur skal skerjast, skulu allir frítíðarfiskarar steðgast, eisini teir, sum bara fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, sigur Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum

Tey, sum hava hug at gera tað forboðið at fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, fáa fullan stuðul úr Fiskimannafelagnum.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, staðfestir, at tað kann ikki vera talingur um at skerja fiskidagarnar, fyrrenn alt, sum eitur frítíðarfiskiskapur, er steðgaður fyrst.

Jan Højgaard sigur, at skulu fiskidagarnir skerjast, er tað heilt greitt, at fiskurin, sum er, skal koma teimum til góðar, sum hava fiskiskap til vinnu.

Nú talan hevur verið um at skerja fiskidagaskipanina fyri at fáa stovnarnar á føtur aftur, hevur eitt tilmæli verið at steðga øllum fiskiskapi innanfyri ein fjórðing úr landi og onkur hevur enntá nevnt at allur fítíðarfiskiskapur yvirhøvur, eigur at verða steðgaður.

Og tað tekur formaðurin í Fiskimannafelagnum fult undir við.

Sjálvur er hann ímóti at fiskidagarnir verða skerdir, men hann ásannar, at tað verður neyðugt at góðtaka onkrar neyðsemjur.

- Men fyrst og fremst skal frítíðarfiskiskapurin steðgast, so fiskurin, sum er, kemur teimum til góðar, sum hava fiskiskap til vinnu.


Raka aðalstættin í Havn

Men grundgevingin hjá honum fyri at steðga frítíðarfiskiskapi, er ikki bara fyri at verja stovnin. Grundgevingin er líka nógv fyri at raka tey, sum hann kalla aðalstættin í Havnini.

- Tað verður aðalstættin í Havn, sum verður harðast rakt, verður frítíðarfiskiskapur bannaður, sigur Jan Højgaard.

Hann sigur, at tað er upp á tíðina, at aðalstættin í Havn eisini fer at merkja á egnum kroppi, at hon eisini verður rakt, so at tað ikki bara er hjá teimum at gera tilmæli oman á tilmæli, sum raka fiskimannin og sum ikki halda, at tað ger nakað at fleiri 100 fiskimenn missa arbeiði.

Men er tað ikki ein týðandi partur av mentanini og “mannarættindunum” í Føroyum at kunna fara í fjørðin at fáa sær eitt kók, kanska serliga á bygd?.

- Jú, men tey úti um landið, sum vilja hava eitt kók, hava onki ímóti at fara ein fjórðing úr landi. Tað ivist eg í um aðalstættin í Havnini hevur stundir til, sigur Jan Højgaard.

Verður tað hetta, sum fer at fáa avgerðandi ávirkan á at byggja stovnarnar upp aftur?

- Nei, men hetta er eitt moralskt aftursvar til áhaldandi krøvini um at fiskimenn skulu skerja, sigur formaðurin í fiskimannafelagnum,