Tey etableraðu fáa ein kjans

? Hetta hevur einki at gera við, at vit ikki halda Prix-bólkarnar verða nóg góðar til spæla einsamallar, men tí vit viðurkenna, at tað eru bólkar, sum ikki hava hug at verða við í Prix Føroyum, men sum hava stórar ambitiónir fyri tað, sigur Fróði Vestergaard um nýggja tiltakið Atlantic Music Event

Atlantic Music Event.
Tað er navnið á nýggja og stóra endatiltakinum í kappingini um Prix Føroyar.
Finalan í Prixnum verður nú bara ein partur av hesum nýggja tiltaki, og bólkar, sum ikki vilja vera við í Prix Føroyum, fáa nú ein møguleika at sleppa upp í part, tá ið hópin av útlendingum í tónleikavinnuni kemur til Føroya at forvitnast til Atlantic Music Event.
? Fremsta endamálið við Atlantic Music Event er at skapa eitt gott tónleikatiltak. Finalan í Prix Føroyum verður bara ein partur av hesum tiltaki, og bólkar, sum als ikki eru við í Prixnum, men sum hava ambitiónir, sleppa eisini á pallin at spæla, sigur Fróði Vestergaard, sum er samskipari av Prix Føroyum.

Finalan verður
Prix Føroyar 2005 verður skipað á tann hátt, at í mesta lagi 24 bólkar fara at kappast í fýra innleiðandi umførum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Av hesum bólkum verða samanlagt átta bólkar valdir til hálvfinaluna, sum verður hildin í Trongisvági. Har skulu bólkarnir kappast um trý finalupláss. Finalan verður síðani hildin sum partur av Atlantic Music Event, sum verður hildin í Norðurlandahúsnum í Havn.
Umframt sjálva finaluna í Prixnum, verða eisini tríggjar heiðurslønir lætnar ? til bestu fløgu síðani seinasta Prix, til besta sangarar og bestu songkvinnu. Og so verða einir tríggir ella fýra bólkar afturat bidnir um at koma at spæla til Atlantic Music Event, har tað væntandi verða nógv útlendsk eygu og oyru til staðar.

Hugsa um tey sum ikki vilja kappast
Tað er ein stór broyting, at nakrir bólkar, sum ikki hava verið við í Prix Føroyum, verða kallaðir inn til tiltakið, tá ið finalan verður hildin.
? Vit gera hetta fyri at fáa ein nýggjan møguleika at vísa føroyskan tónleik fram. Hetta hevur einki at gera við, at vit ikki halda Prix-bólkarnar verða nóg góðar til spæla einsamallar, men tí vit viðurkenna, at tað eru bólkar, sum ikki hava hug at verða við í Prix Føroyum, men sum hava stórar ambitiónir fyri tað, sigur Fróði Vestergaard.
? Tað eru tónleikarar og bólkar, sum ikki vilja kappast um tónleik. Summir hava roynt tað áður og vilja ikki fara við aftur. Onnur eru komin víðari við sínum tónleiki, og tey hava alt at tapa við at vera við í Prixnum. Tí er tað rætt, at skapa hendan nýggja møguleikan fyri tey eisini. Vit fáa við hesum bæði eina góða tónleikakapping og eisini eitt nýtt og spennandi tónleikatiltak.
Fróði Vestergaard heldur, at møguleikin er til staðar, at biða onkran bólk verða við til Atlantic Music Event, sum ikki megnaði at koma í Prix-finaluna, men sum er spennandi fyri tað.
? Vit skulu minnast til, at Prix Føroyar-finalan verður bara ein partur av Atlantic Music Event, og tað, sum vit annars hava á skránni, skal verða við til at skapa eitt gott tónleikatiltak.

Hvør skal velja bólkar?
Tað verður ivaleyst stórur spenningur og nógv kjak um, hvørjir bólkar skulu bjóðast við til Atlantic Music Event, og tað verður ikki endaliga nøkur løtt uppgáva hjá fyrireikarunum at velja bólkarnar.
Ætlanin er, at triggir ella fýra bólkar verða bidnir, og ein av teimum verður vinnarin av Prix Føroyum seinast, Gestir.
? Vit hava eina nevnd fyri Prix Føroyar, sum er mannað við umboðum fyri Norðurlandahúsið, Útvarpið, Sjónvarpið og FUT, og tað verður hendan nevnd, sum í síðsta enda kemur at gera av, hvørjir bólkarnir í Atlantic Music Event verða. Men vit fara sjálvandi at spyrja okkum fyri í tónleikalívinum og royna at finna fram til teir best egnaðu bólkarnar, sigur Fróði Vestergaard.
Stúrir tú ikki fyri misnøgd, tá ið bólkarnir skulu veljast?
? Vit hava tosað við fólk í tónleikaheiminum um broytingarnar, sum vit hava gjørt, og stemingurin er sera positivur. Vit fara at royna at finna góð umboð fyri føroyskan tónleik til Atlantic Music Event.
? Tað er sera umráðandi, at Prix Føroyar kappingin verður broytt, og at hon støðugt mennir seg. Tað eru tey fólkini, sum vit hava tosað við í tónleikalívinum, eisini samd um, og tey taka undir við hesum broytingunum, sum nú verða gjørdar, sigur Fróði Vestergaard.

- - -

Atlantic Music Event

Prix Føroyar kappingini endar við einum nýggjum tiltaki, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum. Sjálv finalan í Prix Føroyum verður bert partur av hesum tiltaki.

Til Atlantic Music Event skulu eisini aðrir bólkar spæla, og bæði føroyskir og útlendsk umboð fyri festivalar og spælistøð koma til tiltakið at velja sær bólkar.

Sum nakað nýtt verða eisini tríggjar virðislønir lætnar til føroyskt tónleikalív. Tær verða lætnar til bestu fløgu síðani seinasta Prixið, til besta sangaran og bestu songkvinnuna.

Atlantic Music Event verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. apríl, og ætlanin er, at bæði ÚF og SvF senda beinleiðis frá tiltakinum.