Tey eru samd um endamálið – men ikki um mátan

Summi siga, at tað tað gevur ikki serliga nógvir inntøkur, men onnur siga, at tað kann geva okkum heilt stórar inntøkur

 

Føroyar eiga at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum, tað eru politikarar úr øllum flokkum samdur í, bæði tinglimir teimum fýra stóru flokkunum, Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og og tinglimur í tí minna flokkinum, Miðflokkinum.

Men tey eru ikki samd um framferðina, og tey eru heldur ikki samd um, hvussu stórar inntøkur hetta hevði givið føroyska samfelagnum.

Hetta er eisini eitt gamalt, sum er umrøtt ofta, men nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, lagt uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka loftrúmið.

Síðani hevur málið verið til umrøðu í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og har hava teir sjey nevndarlimirnir býtt seg í tríggjar bólkar. Felags fyri teir tríggjar bólkarnar, er, at teir taka undir við, at loftrúmið verður yvirtikið, men tað er framferðin, teir ikki semjast um.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og teir báðir sambandsmenninir, Jaspur Langgaard og Frimodt vísa á, ein orsøk til at loftrúmið ikki er yvirtikið, hóast politiskur vilji er til tað, er helst tann at loftrúmið og flogferðslan í okkara øki eru sera væl umsitið av íslendskum loftferðslumyndugleikum.

Tí heldur altjóða loftferðslumyndugleikin, ICAO, ikki, at nøkur orsøk er til at gera broytingar. Men teir tríggir tingmenninir halda, at landsstýrið eigur at arbeiða við málunum at yvirtaka loftrúmið.

Teir vísa á, at Uttanlandsnevndin hevur fingið at vita, at ímillum 10 og 15 størv eru á økinum. Flogfør rinda eitt kostnaðarendurgjaldi fyri at flúgva yvir Føroyum og tí er hetta neyvan ein inntøkukelda, sum kann fíggja annað enn tey størv, og ta útgerð, sum beinleiðis eru tengd at uppgávuni.

Tey bæði fólkafloksumboðini, Annika Olsen og Brandur Sandoy halda, at tað liggja nógvir møguleikar hjá Føroyum at yvirtaka loftrúmið, bæði í førleikamenning, størvum og inntøkum í at menna økið enn meira.

Tey vísa á, at tó tær inntøkur, ið koma frá flogførum í føroyskum loftrúmi,  skulu brúkast til at menna økið og til størv, sum eru knýtt at yvirtøkuni, tilbúgving, og annað. Tey vísa eisini á, at radari á Sornfelli er ein avgerandi fyritreyt fyri, at Føroyar kunnu yvirtaka loftferðsluna kring Føroyar.

Tey vísa á, at hendan samgongan hevur ikki havt málið á skrá og tey halda heldur ikki, at tað er rætt at yvirtak málið við einum andstøðuuppskoti. Men tey heita á landsstýrismannin um at arbeiða við at yvirtaka loftrúm og flogferðslu.

Øll hesi umboðini fyri samgonguna mæla til at fella uppskotið

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum vísa á, at vit kunnu sjálvi taka ræðið á økinum og tey mæla til at samtykkja uppskotið Tey siga, at verður økið yvirtikið, kann tað skapa størv í Føroyum til fólk við góðum útbúgvingum og tað kann vera við til at fíggja okkara tilbúgving.

Hvørja ferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmi, rinda tey eina ávísa upphædd. Hendn upphæddin fellur í dag til íslendskar og danskar myndugleikar. Tey siga, at Uttanlandsnevndin fekk váttað, at talan er um einar 70-270 milliónir um árið. Hendan upphæddin kundi verið nýtt til at bygt okkara egnu førleikar upp og skapt  fleiri arbeiðspláss, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið, bæði eftirlit, radara, leiting og bjarging og radiosamskifti. Og ikki minst kann tað vera við til at úbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna, flogferðsla og tyrlutænasta longu hava prógvað virðið á.