Nógvastaðni eru menn longu komnir væl áleiðis at ganga fjøllini, og onkrastaðni eru øll fjøllini gingin, eins og tey longu eru liðug at fletta.
Onkrastaðni hevur verið bíðað eftir heystfrítíðini, tá nógv, sum eiga seyð, hava lagt sær nakrar frídagar.
Men, veðrið letur seg ikki bíða eftir. Tí valdu nógvir bøndur og eigarar annars at fáa sum mest til høldar í góða veðrinum, sum var í síðstu viku.
Nú heystfrítíðin er byrjað, og fyrsti dagur í frítíðini er í dag, hevur tað regnað, og tí hava líkindini til fjallgongu ikki verið nakað serlig.
Eisini í Múla hava tey verið á fjalli og hava flett. Á myndini síggja vit ein fegnan Hans Andrias Sølvará í hjallinum, nú liðugt er at fletta, og krovini eru komin upp at hanga.
Úr Múla frættist, at miðalvektin á seyðinum har er góð í heyst.