Framskrivingar, sum arbeiðsbólkurin at gera álit um eldrapolitikk hevur gjørt, vísa, at talið á fólki yvir 67 ár fer at tvífaldast komandi 20 árini.
Arbeiðsbólkurin sigur, at í dag eru 6.500 føroyingar yvir 67 ár, meðan talið um 20 ár fer at liggja um 11.000.
Hetta hendir, samstundis, sum hagtølini benda á, at samlaða fólkatalið í Føroyum støðugt fer at lækka, so at vit alsamt verða færri og færri fólk á arbeiðsmarknaðinum.
Samstundis vísa framskrivingar, at frá 2012 at rokna verður talið á fólki við demens at hækka frá umleið 800 upp í 1.600 um 30 ár.
Tað merkir, at starvsfólkatørvurin á økinum komandi ár fer at vaksa. Ein kanning frá 2008 vísir eisini, at tey, sum starvast á eldraøkinum, eru munandi eldri enn í øðrum vinnugreinum. Hetta kemur serliga til sjóndar í heimatænastuni, har 20% av starvsfólkunum vóru í 60-árunum.
Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at av tí, at demografiska gongdin hevur við sær so stórar avbjóðingar fyri tænastustøðið á eldraøkinum, verður mælt til, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti einum fíggjarliga burðardyggum eldraøki, samstundis sum tænastan verður løgd til rættis í mun til eina starvsfjøld, sum støðugt minkar.










