Nú skal gamli dagstovnurin í Kollafirði skal takast til tilhald til tey eldru og onnur.
Tískil hevur Tórshavnar býráð nú fyribils samtykt at sleppa ætlanini at selja gamla barnagarðin Millum Bóla í Kollafirði.
Annars hevur ætlanin verið at selja húsið men síðani hevur staðbundna nevndin í Kollafirði staðiliga mælt frá at húsið verður selt. Ístaðin vilja tey hava, at tey skulu brúkast til dagtilhald og ítrivshús til eldri.
Sostatt høvdu tey fingið eitt fast tilhaldsstað, har ikki alt skal ruddast av vegnum, hvørja ferð, tey hava verið saman.
Í hesum sambandi vildi Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá býráðnum hava býráðið at viðgera málið. Og nú hevur býráðið samtykt at nevndin skal kanna málið nágreiniligari, saman við Kollafjarðarnevndini, um at brúka gamla barnagarðin til tilhald, ítriv og annað, hjá teimum eldru.
Samstundis varð víst á, at eisini kvøldskúlin hevði havt brúk fyri betri umstøðum til summar lærugreinar.
Húsið er í tveimum hæddum, har hvør hæddin er 170 fermetrar. Annars var ætlanin at halda fast um ætlanina at selja, men nú skal málið so kannast nærri.
Annfinn Brekkstein, býráðslimur, undrast á mannagongdina, tí hann sigur, at á fíggjarætlanini fyri næsta ár hevur býráðið roknað við inntøkum frá søluni. So verður húsið ikki selt, mugu inntøkur útvegast aðrastaðni frá.
Tí er hann sinnaður at halda fast um avgerðina at selja, men býráðið samtykti kortini at halda fram við arbeiðnum fram ímóti at gera dagstovnin til tilhald til tey eldru.