Eldradagur
? Eldrapolitikkur skal taka útgangsstøði í pensjónistunum sjálvum. Og pensjónistar er ein fjølbroyttur aldursbólkur, akkurát sum allir aðrir aldursbólkar.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður við teir gott 100 pensjónistarnar, sum vóru møttir í skúlahøllini í skúlanum í Trongisvági leygardagin.
Landsfelagið hjá pensjónistunum skipar einaferð um ári fyri einum tiltakið, tey nevna eldradagur. Og í ár var eldradagurin í Suðuroy leygardagin.
Á eldradegnum fekk løgmaður høvi til at greiða frá, hvønn eldrapolitikk, hendan samgongan hevur sett sær fyri at reka.
? Bæði vit politikarar, og samfelagið sum heild, hava ofta hug at skera yvir ein kamb. Og tað ger tað so nógv lættari at hava eina støðu, um øll tey gomlu verða bólkað eins og um tey øll vóru ein stórur, gráur, einsamallur og hugtungur bólkur, sum ikki hevur áræði og áhuga fyri lívinum, sum keðir seg, og sum ikki dugur at stytta sær stundir.
? Men allir pensjónistar eru ikki eins og tí er tað avgerandi, at vit síggja pensjónistarnar sum ein fjølbroyttan bólk, júst sum aðrir aldursbólkar, segði Løgmaður.
Hann legði dent á, at eldrapolitikkur er ikki bara ein spurningur um heimarøkt og røktarheim.
? Men eldrapolitikkurin eigur at taka útgangsstøði í pensionistunum sjálvum. Og høvuðsmálið má vera, at fólk skulu hava eina virkna tilveru í heimligum umhvørvi.
Arbeiða niðursetta arbeiðstíð
Jóannes Eidesgaard legði dent á, at eitt, sum hann hugsar um, tá ið hann tosar um eina virkna tilveru, er, at frágongdin frá arbeiðsmarknaðinum verður so smidlig sum gjørligt.
? Vit hava brúk fyri einum seniorpolitikki, har frágongdin frá arbeiðsmarknaðinum verður tengd at, hvussu umstøðurnar hjá tí einstak eru. Tað merkir, at tú kanst fara yvir til eitt nú niðursetta arbeiðstíð bæði fyri og eftir 67, alt eftir hvussu umstøðurnar hjá tær eru.
Hann segði, at hetta vil so eisini gera, at arbeiðspláss kunnu læra av teimum drúgvu royndum, sum eitt langt og virkið arbeiðslív gevur.
Løgmaður legði eisini dent á, at sjálvandi eigur ein góður eldrapolitikkur eisini taka hond um tey av okkara eldru, sum ikki longur orka sjálvi.
? Tey skulu hava tey tilboð, sum eru neyðug fyri at tey kunnu verða verandi heima sum longst.
? Men tá ið tey ikki kunnu kunnu vera heima longri, skulu tey fáa tilboð um eldrasambýli og røktarheimspláss.
Pensjónin hækkast munandi
Jóannes Eidesgaard segði, at onkuntíð verður sagt, at um nøkur ár kemur ein eldrabylgja, sum hóttir við at taka samfelagið av fótum.
? Hetta er litið virðilig tala. Tey eldru skulu tvørturímóti uppfatast sum eitt aktiv og ikki ein hóttan. Einasta hóttanin er politikarar, sum ikki vilja ella skilja rætta samanhangin.
Hann segði, at ein annar týdningarmikil partur av eldrapolitikkinum er pensjónin og í hesum sambandi hevur samgongan gjørt av at gera eitt rættiligt framtak. Eitt framtak. ? Samgongan hevur avtalað, at umframt sjálva fólkapensjónina, verður samhaldsfasti eftirlønargrunnurin munandi styrktur.
Sostatt fær pensjónin í framtíðini trý bein at standa á: Fólkapensjónin, samhaldafasti eftirlønargrunnurin og so tær fakfelagspensjónir, sum fleiri og fleiri fáa sær.
? Tilsamans fare hesi trý at lyfta pensjónina upp á eitt virðiligt og nøktandi støði, segði løgmaður.
Hann segði, at tey tiltøk, sum samgongan hevur sett sær fyri, er at trýfaldað inngjaldið í samhaldsfasta eftirlønargrunnin, so at arbeiðsgevarar og løntakarar hereftir skulu betala hvør síni 3% av lønini í grunnin.
Tað fer at gera, at um eini fýra til fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa einar 10.000 krónur í eftirløn um mánaðin og eini hjún fara at fáa 16.000 krónur.
Miðsavning neyðug
Í røðu síni fyri pensjónstunum kom Løgmaður eisini inn á spurningin um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
? Onkur vil vera við, at tað er neyðugt, at avgerðirnar verða tiknar so nær borgarunum sum gjørligt, og tað er ivaleyst eisini rætt. Men álvaratos, hvussu stórt er okkara land, spurdi Løgmaður.
Hann spurdi í sama viðfagni, sum vit ikki yvirmettu støddina á landinum eitt sindur, tá ið vit siga, at landsmyndugleikarnir eru ov langt burtur?
Sjálvur er hann sannførdur um, at ein ávís miðsavning er neyðug fyri at forða fyri, at vit ikki fáa ymiskt tænastustøði í eldrapolitikkinum, alt eftir hvussu kommurnar gera av at raðfesta økið.
Skulu vera sjónligari
Pensiónistafeløgini hava fingið stóra undirtøku kring landið og Jóannes Eidesgaard helt, at tey hava prógvað, at tey liva upp til endamálið.
? Nógv av feløgunum eru sera virkin og syrgja fyri, at limirnir ikki sleppa at fella í fátt, við at halda teimum virknum við ymsum tiltøkum.
Hann helt eisini ,at pensjónistafeløgini hava stóran týdning fyri ein góðan eldrapolitikk.
? Nú skal eg ikki siga, at bingo ella ein ferð uttanlands eru einasta eydnan í aldurdóminum.
Sjálvur vildi Jòannes Eidesgaard fegin, at feløgini at feløgini gjørdu sína ávirkan munandi meira galdandi í samfelagsspurningum.
? Tað, besta hevði verið um tey eldru vóru sjónligari í vanliga kjakinum, ikki bert um eldrapolitikk, men um øll vanlig samfelagslig mál.
Hann segði, at tey eldru hava lívsroyndirnar og ávirkan frá teimum hevði verið ein tiltrongdur partur av samfelagskjakinum.
? Menniskju trívast best saman við øðrum menniskjum, og hetta skapar røtt lívsvirði. ? Men lívsvirði er eisini tað, at fyriskipa sjálvi í gerandisdegnum og at hava eina greiða meining um samfelags viðurskifti.
? Tey gomlu hava atkvøðurætt alt lívið. Hesar atkvøður leggja eisini grundarlagið undir politiska virkseminum.
? Sostatt mugu tey gomlu ikki flýggja undan samfelagstrupulleikunum, men eiga sum medábyrgdarar at luttaka í kjakinum, segði Jóannes Eidesgaard.