Tey byrja við einum braki

Tórbjørn Jacobsen fer at seta Seniorfestivalin leygardagin, og hann fer eisini at syngja og spæla

Seinnapartin í morgin, leygardagin, fer fjórði Seniorfestivalurin á Røktarheiminum í Runavík av bakkastokki. Hetta er ein tónleikafestivalur fyri tilkomin og eldri, og tónleikavalið er har eftir.

Festvalurin er almennur, og tey byrja við einum braki, søgdu tveir av fyrireikarunum, Jóngerð Guttesen l Beinta Hermansdóttir Dalheim, við FM1, har tey greiddu frá festivalinum.

Roðin er eldasamstarvið á Skálafjørðinum og hetta er fjórðu ferð, at tey skipa fyri Seniorfestivali við røktarheimið í Runavík.

Okkurt ár er farið burtur ímillum, og ein orsøk til tað er, at tað eru starvsfólk, sum gera alt fyrireikandi arbeiðið sjálvboðið, og tað er eitt stórt arbeiði afturat tí vanliga arbeiðnum hjá starvsfólkunum.

Tá ið tey siga, at tey byrja við einum braki, sipa tey til, at tað verður Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og formaður í Roðanum, sum setir seniorfestivalin klokkan trý leygardagin, og eftir setanarrøðuna fer hann eisini at spæla og at syngja nakrar sangir.

 

Les eisini: Aftur í ár verður festivalur fyri tey eldru í Runavík

 

Tónleikurin verður av tí góða og lætta slagnum, og vit fara at hoyra løg eftir Beatles og Johnny Cash, umframt  føroyskar landaplágur. Men tað verður eisini annar tónleikur, siga tær báðar.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr tær báðar greiða frá um Seniorfestivalin, um upprunan til hann, hví tey skipa fyri einum slíkum tiltaki, og hvørji fara at syngja og spæla. 

Leygardagin verðir økið rundan um røktarheimið í Runavík fult av fólki og tónleiki