Jón Brian Hvidtfeldt
tíðindamaður 
og
Jóhann Mortensen
tíðindaleiðari
Familjan Rapa í Vestmanna hevur nú í 10 mánaðir bíðað eftir svari, um tey
sleppa at vera verandi her í landinum, ella um føroyska samfelagið gevur
teimum ein einvegis ferðaseðil aftur til Rumenia eftir seks og einum hálvum
ári í Føroyum. Hóast tey í marts mánað í fjør søktu um loyvi at sleppa at
vera verandi her í landinum, veit familian Rapa enn tann dag í dag ikki, um
tey eru keypt ella seld. Um tey eisini í morgin sleppa at vera partur av
føroyska samfelagnum. Hetta er teirra veruleiki, teirra dagliga óvissa,
teirra gerandisdagur.
Hesa støðuna hevur Útvarpið lýst um ársskiftið.
Men tað skulu vit helst ikki tosa ov hart um. Heldur skulu vit tosa um,
hvussu stórt, fløkjasligt og trupult útlendingamálið er at umsita. Hvussu
mannagongdirnar eru, tá útlendingamál skulu viðgerast í Innlendismálaráðnum.
Hvussu trupult Integratiónsministeriet niðri í Danmark hevur havt við at
endurskoða útlendingaøkið. Hvørjir myndugleikar annars eru inni í myndini.
Og hvussu arbeiðsorkan í Innlendismálaráðnum varð skerd, tá miðfyrisitingin
í heyst skuldi spara.
Í eini sending nýggjársaftan tosaði Útvarpið við familjuna Rapa í Vestmanna.
Og familjan tordi at siga síga sína søgu. Uttan at spyrja Jógvan við Keldu
um loyvi.
Samrøðan við hjúnini varð endurgivin í tíðindunum nýggjársdag. Og tá fór
apparatið í Innlendismálaráðnum í gongd: Útvarpið hevði ikki skilt nakað sum
helst av nøkrum. Síðani hevur útvarpið fleiri ferðir roynt at fingið
viðmerking frá Jógvani við Keldu. Men landsstýrismaðurin hevur hvørja ferð
vart seg við, at talan er um eitt persónsmál, og tí vil hann ikki gera
viðmerkingar til tað. Eftir okkara tykki, kundi hann um ikki annað havt
sagt, at Innlendismálaráðið hevði avgreitt málið 17. desember. Tað gjørdi
hann heldur ikki. 
 Eisini hevur landsstýrismaðurin bjóðað útvarpinum oman í innlendismálaráðið
"at fáa alla ta kunning, okkum lystir." Til tað er at siga, at vit eru samd
við landsstýrismannin um, at talan er um eitt persónsmál. Eitt mál, ið snýr
seg um tríggjar mannalagnur - eini hjún og lítla barn teirra. Men tað er
ikki meira per
sónligt enn so, at tey alment vildu vera við í eini útvarpssending á
nýggjárinum. 
Men hvar er  rættartrygdin hjá teimum, og hava tey ikki rætt til eitt svar?
-Onga viðmerking, var títt svar til útvarpið, Jógvan við Keldu!
Kunningin, ið landsstýrismaðurin so vinarliga bjóðaði útvarpinum, var um
útlendingamál sum heild. Men vit skuldu kortini ikki ditta okkum at spyrja
um, hví eini hjún framvegis ikki hava fingið svar, eftir at hava bíðað í 10
mánaðir. Ella hvat landsstýrismaðurin heldur um eina so langa viðgerðartíð
av einum máli. Ella hvar málið liggur í dag, og nær tey kunnu vænta sær at
fáa svar. 
Seinasta stigið hjá landsstýrismanninum er at senda eina "klagu" til
útvarpsstjóran umvegis sín egna fjølmiðil, nevniliga heimasíðuna hjá
Innlendismálaráðnum.
Í skrivinum hjá landsstýrismanninum er tíðindaflutningurin hjá útvarpinum
skýrdur at vera "skilaleysur". Hann skrivar eisini, at einki er "yvir at
dylja, at tíðindaflutningurin hjá Útvarpi Føroya hevur verið alt annað enn á
rímiligum støði". Og landsstýrismaðurin fer enntá so langt sum at skriva, at
"tað er undir alt lágmark, at ein almennur loftmiðil loyvir sær at fremja
slíkan tíðindaflutning."
Skrivið frá Jógvani við Keldu, sum varð lirkað inn í bæði Sosialin og tvær
ferðir í Dimmalætting, kann illa tulkast sum nakað annað enn eitt royktám,
ið skal flyta fokus frá kjarnuni í málinum.
Landsstýrismaðurin nýtir harafturat í brævinum sítt mandat til á sera
ófólkaligan og grovan hátt beinleiðis at sáa iva um tíðindaflutningin hjá
útvarpinum, og hann ger harumframt enn eina roynd at kvala málið í
undanførslum um truplar mannagongdir. Og hvat meinar landsstýrismaðurin við,
tá hann skrivar, at "tað er undir alt lágmark, at ein almennur loftmiðil
loyvir sær..." Setningurin kann illa tulkast øðrvísi enn at
landsstýrismaðurin vil sleppa at ráða yvir, hvat hesin almenni fjølmiðilin
borðreiðir við av tíðindum. Og tað luktar av sensuri.
Ein ljósglæma er kortini at hóma úr øllum royktáminum úr
Innlendismálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur nú sagt, at umsóknin hjá
familjuni Rapa í Vestmanna varð avgreidd í Innlendismálaráðnum 17. desember
í fjør og haðani send Udlændingestyrelsen umvegis politiið. Men tey bíða enn
í Vestmanna.










