Tey av Kamarinum á pall í Keypmannahavn

Vikuskiftið 4. og 5. februar fara tey av Kamarinum á pallin ? í Danmark

Tað er Nærvarp Okkara, - útvarpið fyri føroyingar á Keypmannahavnarleiðini, og Føroyahúsið í Keypmannahavn sum standa fyri hesum báðum dansikvøldum. Hetta er eitt stuðulstiltak til frama fyri ein kaðal, sum Nærvarpið, síðani tað varð stovna í 1984, hava havt ætlan at fáa lagdan inn í Føroyahúsið í Keypmannahavn.

Eftir at hava havt ein steðg frá 12.desembur til 11. január er Nærvarpið byrja at senda aftur. Steðgurin var tí at sendi-antennan brotnaði í ódnini, sum var fyrst í desembur mánaði í fjør, og tí studio, har nærvarpið sendir frá, skuldi flyta í nýggj hølir, uttan at útgerðin, sum er rættiliga gomul og næstan óbrúklig, varð útskift. Nærvarp Okkara hevur nýmótans útgerð, men manglar bara ein kaðal, sum er rættiliga kostnaðarmikil.

Bólkurin Tey av Kamarinum vard stovnaður í síðst í 50?unum / fyrst í 60?unum av syskinum Nikolinu, Ingolf, Áslakki, Margretu og Eyðbjørn Jakobsen.

Tey spældu nógv til dans í 60-70?unum, og vóru tey sera væl umtókt. Fleiri singleplátur eru komnar frá teimum, og ein einkult LP-pláta í 1984. Síðani hevur verið rættiliga stilt á Kamarinum, tó spæla 3 av limunum enn til dans í øðrum samanhangum.

Onkur einstøk dansikvøld hava tó verið seinni í 80?unum, - og tvey tiltøk síðsta og næstsíðsta ár í Sjónleikarhúsinum í Havn.


Tey eldru

ofta forsømd

Stigtakarirnir eru á einum máli um at tey tilkomnu og eldru í Keypmannahavn ofta verða forsømd, tá talan er um dansitiltøk. Teir rokna ikki við at mong av fastbúgvandi føroyingunum í Danmark høvdu møguleikan at síggja tey, tá tey spældu á ?Afturhvarv? ?tiltøkunum í Sjónleikarhúsinum, men tað verður hervið gjørt nakað við

Við á ferðini úr Føroyum verða 8 fólk, og eru tey hesi:


Áslakkur Jakobsen

Nikolina Jakobsen

Eydbjørn Jakobsen

Ingolf Jakobsen

Jákup Jakobsen

Birgir Jakobsen

Árni Andreassen og

Joen Petur Andreassen


Stutt sagt verða hetta tvey góð dansikvøld, hvar góðskan og dansitónleikurin er í hásætinum, - og munnu vit ikki fara at hoyra løg sum Teir sigla um havið so víðja, Mamma mín, Tá ið mánin fer yvir fjalli og Blóman, tá Tey av Kamarinum fara at spæla til dans.

Kostnaðurin fyri hvørt dansikvøld er 100 krónur í forsølu og 120 krónur við dyrnar. Atgongumerki kunnu keypast í Føroyahúsinum frá komandi viku. Peningurin fer óskerdur til kaðalin, soleiðis at Nærvarp Okkara fær sent meira støðugt og við betri góðsku enn fyrr.

Nærvarp Okkara sendir á 91,4 MHz og 98,9 á hybridnetinum, og er at hoyra á Keypmannahavnsleiðini.

Sent verður fríggjakvøld kl. 20 ? 21.30 við tónleiki

Og sunnudagar kl. 13 ? 15 við innsløgum og tónleiki

Um tú flytir til Danmarkar og hevur hug at hjálpa til við nærvarps arbeiði, sum er ólønt, kanst tú ringja til Nærvarp Okkara á tel. 26 20 00 33.