Nýggj tøl, sum Brandur Sandoy, løgtingsmaður, hevur fingið frá Landsfólkayvirlitinum, vísa, at fólkatalið í Sandoynni er minkað við tilsamans 430 fólkum síðan hin 28. januar í 1988 - úr 1724 niður í 1294.
Hyggja vit eftir gongdini seinastu 10 árini og samanbera fólkatalið í oynni hin 28. januar í 2003 við fólkatalið - 10 ár seinni - hin 28. januar í 2013, vísa tølini eina minking í fólkatalinum á 160.
Men tølini eru meiri sigandi - og ikki sørt ræðandi - enn so. Tey vísa heilt greitt, at tað eru fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Sandoynni - og ikki tey eldru og gomlu.
Hesi seinastu 10 árini er talið av teimum, sum eru 67 ár og eldri, vaksið við trimum fólkum - úr 221 í 2003 til 224 í 2013.
Somu 10 ár er talið av fólki yngri enn 67 ár - ella við øðrum orðum talið av fólki í arbeiðsførum aldri - minkað við ikki minni enn 163 - úr 1233 í 2003 niður í 1070 í 2013.
Nú løgmaður hevur skotið upp á framskunda Sandoyartunnilin, heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður, at hesi tøl eru ógvuliga sigandi og eiga avgjørt at takast í ramasta álvara.