Texas steingir deildir fyri javnstøðu á universitetum

Í Texas verður tað nú ólógligt hjá universitetum at brúka almennar pengar upp á deildir fyri fjølbroytni

 

Øll alment fíggjað universitet í amerikanska statinum Texas skulu steingja deildir sínar fyri margfeldi, javnstøðu og inklusjón.

Tað verður gjørt sambært lóg, sum Greg Abbott, guvernørur, skrivaði undir mikudagin.

Lógin verður av republikanarum í Texas kallað tað mest víðgongda bannið ímóti deildum fyri fjølbroytni á víðarigangandi útbúgvingum í landinum.

– Texas gongur á odda í tjóðini og tryggjar, at lærdu háskúlar okkara venda aftur til at fokusera upp á styrkina í mongdini og at leggja upp til eina avriksskipaða tilgongd, har hin einstaki verður dømdur eftir førleikum og dygd, sigur Brandon Creighton, sum er republikanari í senatinum í Texas, sum var við til at skriva lógina.

/ritzau/Reuters