Texas er hennara seinasti møguleiki

-Vinnur Hillary ikki í Texas og Ohio, vænti eg ikki, at hon klárar tað, sigur Bill Clinton

Dagurin 4. mars 2008 kann fáa sera stóran týdning fyri politiska lívið hjá Hillary Clinton. Tann dagin hava demokratarnir uppstillingarval í teimum báðum stóru statunum Texas og Ohio, og aftan á tíggju ósigrar á rað hevur Hillary brúk fyri at vinna teir báðar. Tað siga eygleiðararnir, og tað sigur maður hennara eisini.

 

-Vinnur hon í Texas og í Ohio, vænti eg, at hon verður forsetavalevni hjá demokratunum í heyst. Vinnur hon ikki, so vænti eg ikki, at hon klárar tað. Avgerðin er tykkara, segði Bill Clinton, tá hann í gjárkvøldið hjálpti konuni á veljarafundi í Beaumont í Terxas.

 

Umframt Texas og Ohio hevur Rhode Island eisini uppstillingarval tann 4. mars. Men tað er uttan iva úrslitið í Texas, sum fær tann størsta týdningin, tí staturin hevur ikki færri enn 228 valmenn á tí endaliga uppstillingarfundinum hjá demokratunum.

 

Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at Hillary Clinton er eitt vet framman fyri Barrack Obama í Texas, men eygleiðarar vísa á, at henni tørvar greiðar sigrar í teimum statunum, sum eftir eru, um hon skal tryggja sær fleiri valmenn enn Obama. Sambært útrokningum hjá AP-tíðindastovuni skal Hillary Clinton vinna 57 prosent av teimum valmonnunum, sum eftir eru at stríðast um.

 

Í løtuni hevur Barrack Obama 1.178 valmenn í sínum parti, meðan Hillary Clinton hevur 1.024. Enn eru 1.025 valmenn eftir at dystast um, og 334 teirra eru úr Texas og Ohio.