Texas: Deyður fiskur so langt sum eygað sær

- Fyribils er einki, sum bendir á, at orsøkin til hópdeyðan kann setast í samband við dálking, verður sagt í Texas.

Herfyri boðaði tjóðarparkin í Quintana í Texas í USA frá velduga stórum nøgdum av deyðum fiski, sum var skolaður upp á land.

 

Myndir, sum eru tiknar á strondini, vísa deyðan fisk sløddan yvir alla strondina so langt, sum eygað sær.

 

Tjóðarparkin er komin við leypandi dagføringum um, hvør orsøkin til hópdeyðan kann vera.

 

Eftir kanningar, sum eru gjørdar, verður hildið, at talan er um súrevnistrot í havinum.

 

- Hópdeyði av fiski er vanligur um summarið, tá hitin í sjónum veksur. Er einki súrevni í havinum, fær fiskurin ikki ilt, siga tey í Quintana í dagføring á Facebook.

 

##med2##

 

Sagt verður, at oftast eru náttúrligar orsøkir til súrevnistrot. Tí skulu fólk ikki hugsa meira um hetta.

 

- Fyribils er einki, sum bendir á, at orsøkin til hópdeyðan kann setast í samband við dálking, verður lagt aftrat.

 

 

 

Her liggur deyður fiskur eftir strondini so langt, sum eygað sær.