TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eina svínska takling, sum argentinski landsliðsspælarin Carlos Tevez gjørdi í bestu argentinsku fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið, tá hann spældi dyst fyri Boca Juniors, gamla liðnum hjá Diego Maradona.
Tað sæst týðiliga, at Carlos Tevez fremur eina grova takling ímóti Argentinos Juniors spælaranum, Ezequil Ham.
Høvuðsvenjarin hjá Argentinos Juniors, Nestor Gorosito hevur langað út eftir Carlos Tevez í argentinsku miðlunum, hóast Carloz Tevez ikki fekk nakra revsing á vøllinum. - Hatta gjørdi Tevez við vilja. Vit stóðu fáar metrar frá hendingini. Ein og hvør, sum hevur spælt fótbólt dugir at síggja, at Tevez framdi hasa grovu taklingina, segði ein dansandi óður Nestor Gorosito við argentinskar miðlar aftaná dystin.
Boca Juniors vann annars dystin 3-1, m.a. takkað verið tveimum málum frá Carlos Tevez, men tað eru ikki tey bæði málini, sum standa eftir, nú fótbóltsheimurin hevur sæð Carlos Tevez frá sínari ringastu síðu.










