Liðskiparin og verjuskanins hjá Chelsea, John Terry, hevur seinastu tíðina havt støðugar trupulleikar við rygginum. Fýra teir seinastu dystirnar hevur Terry als ikki verið við á liðnum hjá Chelsea, og sambært venjaranum, José Mourinho, er óvist, nær spælarin aftur kann fara á vøllin. – Eg havi ikki ánilsi fyri tí. Sjálvandi vil eg fegin, at hann er aftur á vøllinum skjótast gjørligt, men enn hava læknarnir ikki gjørt av, hvørt tað verður neyðugt við skurðviðgerð ella ikki.










