Hann hevur fingið ein skaða í vinstra knæ, og sjálvt um hetta ikki er álvarsligt, so verður hann ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum, Steve McClaren, til dystin leygardagin. McClaren hevur tó ikki sent Terry heim, tí í enska hópinum verður vónað, at Terry verður klárur til altavgerandi landsdystin mikudagin, tá England spælir á útivølli ímóti Russlandi.










