Terrormálið kann enda í sjónvarpinum

VG Nett skrivar í kvøld, at Tingrætturin í Oslo hevur givið ábendingar um, aat mørk kunnu flytast soleiðis, at partar av revsisakini móti terrorákærda Anders Behring Breivik kunnu verða sendar í sjónvarpi.

Tað váttar sorinskrivarin, Geir Engebretsen, fyri NRK.

Tað fer at verða eitt óhugnaligt trýst fyri at sleppa at filma, og vit mugu umhugsa at slyta nøkur mørk. Stóri áhugin í øllum samfelagnum fyri rættarsakini hevur longu gjørt, aat dómstólurin er gingin nýggjar leiðir, sum til dømis at halda tíðindafundir, sigur sorinskrivarin við Tingrættin í Oslo, Geir Engebretsen við NRK.no.

Tingrætturin hevur onga niðurstøðu gjørt, men Engelbretsen sigur, at arbeitt verður alla tíðina við at leggja rættarmálið til rættis.

Hjásitara sakførarin, Frode Elgesem, sum umboðar AUF og er ein av samskipandi hjásitara sakførarunum í málinum, heldur, at tað eru fleiri trupulleikar, sum í hansara verð tala ímóti sjónvarpsdekningi av málinum.

Hetta skapar álvarsamar trupulleikar, serliga við atliti til yvirlivandi og tey, sum hava mist. At trýsti fyri opinleika er sórt er ikki eitt argument, sum eigur at verða avgerandi. Tí má ógvuliga gjølligar metingar gerast, um tað finst eitt samfelagsligt atlit fyri at varpa rættarmálið út til allan heimin, sigur Frode Elgesem við VG Nett.

Hann er bangin fyri, at ein sjónvarpsdekningur av rættarmálinum fer at gera tað ilt verri hjá teimum, sum eru harðast rakt.

Nógv av teimum, ið hava mist uppliva alla umrøðuna sum ein trupulleika. Og hartil eiga vit at halda okkum frá, at lata Anders Behring Breivik tann talarastólin, sum hann ynskir sær, sigur Frode Elgesem.