12 ára gamla sjórænaragentan Fille býr í eini gamlari dangu í stuttleikaparkini Ævintýrland. Ein dagin varnast Fille og vinfólkini, at onkur er farin at byggja okkurt undir eini stórari prosending, har óunniligir menn ganga og halda vakt. Ongin veit, hvat tey byggja, men gamli sjórænarin Eitteyga sigur, at onki fer at verða, sum fyrr, tá tað verður avdúkað.
Fille og vinirnir seta sær fyri at finna út av, hvat fjalir seg undir prosendingini, og skjótt verða tey drigin inn í ein leik, har kríggj, yvirgangur, fundamentalisma, og sjálvmorðsatsóknir er vorðið partur av teirra barnaverð. Spurdur, um slíkt ikki er heldur ósømiligt, sigur høvundurin, at vit kunnu allíkavæl ikki verja børnini móti ræðuleikunum, sum henda úti í heimi.
- Eg kann sita og leita eftir eini tónleikrás í útvarpinum og eftir fáum sekundum hava hoyrt, at 50 fólk eru dripin í einum bumbuálopi. Børnini hoyra tað eisini og halda, at tað er hent á gøtuni beint uttanfyri og kann raka tey og teirra familju hvørja løtu. Tað er týdningarmikið, at børnini hava onkran at tosa við um slíkt, sigur Sindre Mekjan við Aftenposten.