Ternubørn eru ternuvinir

Í hesum døgum hevur Ternustova í Sankta Jósefs Barnagarði í Havn verkætlan um kærleika og vinaløg.

Tá ið eg tríni inn í Ternustovuna, koma øll børnini rennandi ímóti mær og geva mær eitt klemm í part  eini tólv heit og mjúk barnaklemm. Til mín, sum eri fremmand og í gulum regnjakka.
Og børnini sessast undir talvuni við kærleiksheilsanum frá foredrunum. Tí, hvønn mánadag fáa børnini eina skrivliga kærleiksváttan frá foreldrunum, sum verður lisin upp, tá tey eta matpakka.
Og mamma Elinbjørg hevur skrivað: Eg elski teg í mínum hjarta  elski teg upp á mánan og niður aftur.
 Og man verður so glaður inni í hjartanum, at man næstan fer at gráta, sigur ein genta.

Hjørtu og blómur
Í hesum døgum hevur Ternustova í Sankta Jósefs Barnagarði í Havn verkætlan um kærleika og vinaløg. Stovan er prýdd við hjørtum og vinatekningum og reyðir og gyltir litir lýsa í stovuni. Á hurðini hanga kærleiksyrkingar, sum børnini práta um og viðgera í felag. Ein stór talva við vinatekningum prýðir endaveggin í stovuni. Loft og veggir eru skrýdd við hjørtum og ljósum. Tey práta um kærleika og vinaløg. Um at vera góð við hvønn annan, familjuna og djórini. Og verkætlanin endar við sjónleiki og tiltaki fyri mammum og pápum.

Reyðar kjálkar
Men hvat er kærleiki, spyrji eg børnini, sum fyrst smæðast nakað, men so kemur glið á. Og Jákup Martin sigur, at kærleiki er at klemma og mussa og kela, og síðani fái eg ikki fylgt við í nøvnunum á børnunum, tí tey kappast um at nevna alt, sum tey hugsa um: ternubørn eru ternuvinir, at vera glað fyri hvønn annan, at vera vinir, at hjálpa, ikki at arga, hjørtu, rósur, at vera giftur, at hava ring og hvítan kjóla.
Og Ránnvá sigur, at tá tvey giftast hevur konan reyðar kjálkar og maðurin hevur hvítar.

Kenslur í háseti
Tær báðar Yvonna og Ann greiða frá, at endamálið við verkætlanini um kærleika er, at gera børnini tilvitandi um tær góðu kenslurnar, um at geva og taka ímóti kærleika, at vera vinir og góð við hvønn annan.
 Vit hava altíð arbeitt sera medvitandi og miðvíst við at menna vinaløgini millum børnini, at práta um kenslur og at seta mørk, siga tær báðar, sum eru ávikavist pedagogur og hjálparfólk á stovuni. Umframt tær báðar arbeiðir Sólfríð eisini á stovuni, men hon hevur frí í dag.
 Vón okkara er, at verkætlanin gevur børnunum eina felags hugmynd av hugtøkum sum at hjálpa, at geva kærleika, at lurta og at seta orð á kenslur. Tí læra vit tey at tosa við støði í sær sjálvum, og at lurta eftir hvørjum øðrum. Til dømis kann eitt barn siga, at: »eg verið kedd, tá tú flennir eftir mær. Tí vil eg, at tú skal ikki gera tað meira,« og barnið í hinum endanum lærir at steðga á og at lurta eftir boðskapinum hjá vininum, siga tær báðar. Og tær greiða víðari frá, at um børnini á hendan hátt læra at virða hvønn annan, kemur tað teimum vónandi til góðar øll barnaárini, skúlaárini og tá tey gerast vaksin.
 Hetta er eitt miðvíst pedagogiskt arbeiði fyri trivnaði, sum skal forða fyri happing og at børnini fara út um mark, siga tær og vísa millum annað á søguna um teir tríggir vinirnir, sum vit prenta her á síðuni.

Hjálpibørn
Annað, sum tær ganga høgt uppí á Ternustovu er, at tey eldri børnini eru góðar fyrimyndir og hjálpa teimum smærri børnunum, sum nýliga eru komin úr vøggustovuni. Soleiðis eru børnini skjót at siga frá og hjálpa, um til dømis »teirra» barn er liðugt á vesinum, tá tað dettur ella um tað grætur. Soleiðis vóna tey í Ternustovu, at børnini læra ábyrgdarkenslu fyri hvørjum øðrum.
Og Dánjal sigur, at kærleiki er ikki at flenna eftir hvørjum øðrum og Rókur samtykkir og sigur, at tað er nemmiliga at arga.