Í góðveðrinum í kvøld er tað helst soleiðis, at fleiri, sum hugna sær í Havn, kundu hugsað sær at komi til Nólsoyar.
Klokkan er ikki tað nógva, og so er tað soleiðis, at Ternan siglir alla náttina. Sambært ferðaætlanini hjá Strandferðsluni, siglir Ternan hvønn heila tíma av Bursatanga út til Nólsoyar, men tað er neyvan nakað at ivast í, at standa fólk eftir, siglir Ternan í pendulfart.
Tað er heldur ikki hvør sum helst, ið spælir til dans í kvøld, tí Páll Finnur Páll lata sínar tónar ljóma av flakavirkinum á miðnátt. Og um somu tíð seta Rozac seg við tangantarnar í Royndarhúsinum at spæla dansitónleik fyri teimum tilkomnu.
Og ongum nýtist at vera bangin fyri at stranda í Nólsoy, tí Ternan siglir líka til tannn árla morgun sunnudagin. Men minnist til, at armbondini mugu til, skal siglast inn aftur til Havnar fyri sama prís.